Seinasta freist at tekna seg til Føroya vakrasta hálvmaraton – og at gera møguligar broytingar ella navnabroytingar – er mánadagin 31. august.
Føroya vakrasta hálvmaraton verður leygardagin 5. september.
Longu nú hava 520 luttakarar váttað sína luttøku. Tað eru 294 kvinnur og 226 menn. 351 hava meldað seg til at renna, og 169 til at ganga.
Tiltakið savnar ikki bert rennarar og gongufólk úr Føroyum, men eisini úr útheiminum - 20 ymiskir tjóðskapir luttaka.
Hetta er bæði ein ítróttaligur og mentanarligur veitsludagur, har luttakararnir eru alt frá royndum rennarum og gongufólki - til arbeiðspláss, vinabólkar og familjur. Rutan er úr Gásadali til Sandavágs kirkju og fer gjøgnum allar bygdirnar í Vágum – ein einastandandi vøkur ruta við nógvum tónleiki framvið vegnum.
Serliga sterk er løtan, tá komið verður um málstrikuna við kirkjuna í Sandavági, har fløggini úr øllum luttakandi londunum veittra
Tiltakið hevur eisini ein týðandi sosialan leiklut. Ein partur av luttøkugjaldinum hjá gongufólki fer til Krabbameinsfelagið. Rennarar hava høvi at lata stuðul, og felagið Berin, sum arbeiðir við sorgarbólkum fyri børn, fær fastan stuðul.
Ítróttarfelagið Frælsi – Felagið fyri frælsan ítrótt í Vágum, skipar fyri Føroya vakrasta hálvmaratoni – við dyggum stuðli frá kommununum, bjargingarfelagnum og vinnulívinum í økinum. Ein ørgrynna av sjálvbodnum tryggja, at tað yvirhøvur letur seg gera.
Í sambandi við tiltakið hevur Landsverk avgjørt at stongja Gásadalstunnilin frá kl. 09.45 til kl. 11.30 og Vatnavegin frá kl. 11.30 til kl. 13.00. Frá kl. 13.00 til kl. 14.00 verður konvoy koyring, sum Vága bjargingarfelag skipar.
Nógv fólk vera á vegnum úr Gásadali til Sandavágs, og heita vit á øll um at koyra við varsemi og við atliti til tey mongu, sum ganga og renna hendan vakra túrin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald