Mentan

Seinasta freist at melda til Ferðavinnustevnuna er mikudagin

.

2024-11-04 11:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Hátíðardagurin hjá føroysku ferðavinnuni verður komandi fríggjadag 8. november.

Skráin fyri Ferðavinnustevnuna er fjølbroytt við áhugaverdum fyrilestrum, og sjálvandi avdúkingin av ársins ferðavinnufólk, ársins eldsál og ársins nýbrot.

Á Ferðavinnustevnuni verða í ár bæði føroyskir og útlendskir fyrilestrarhaldarar, sum fara at leggja fram um ymisk evni innan ferðavinnu. Á skránni vera millum annað Anders Lund Madsen, útvarps- og sjónvarpsvertur, Rutt Hjelm frá Sydhavnens Vinbar & Vinbutik, Tóra Jóhannusardóttir, Lunnar, og Magni Mohr, Fróðskaparsetur Føroya. Vit fara at hoyra fyrilestrahaldararnar hugleiða og greiða frá um framtíðina hjá føroysku ferðavinnuni, vertskap, kundaferð og vinnuferðavinnu.

Seinasta freist at melda til Ferðavinnustevnuna er mikudagin á midnátt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder