2025-02-17 19:58

Í vikuskiftinum er stóra steypafinaluvikuskiftið í hondbólti í ár hava vit tvey lið, sum skulu spæla finalu. Annað liðið hjá okkum spælir leygardagin og hitt liðið spælir sunnudagin.
Dreingir 12 spæla leygardagin klokkan 11:10 móti ÍA
Gentur 14 spæla sunnudagin klokkan 14:00 móti Tjaldri
Atgongumerki kunnu keypast her: https://www.atgongumerki.fo/.../faxe-kondi-steypafinalur...
Børn í skúlaaldri rinda barnaatgongumerki.
Børn undir skúlaaldur sleppa ókeypis inn.
Afturat prísinum kemur eitt avgreiðslugjald á 15 kr. fyri hvørt atgongumerki.
Vit vóna at okkara spælarar fáa góðan stuðul frá okkara áskoðaru.
Um ikki liggur fyri at koma í Høllina við Tjarnir í vikuskiftinum, so ber til at stroyma dystirnar her: https://www.youtube.com/@handballfaroeislands8947/streams
Vit ynskja okkara leikarum góðar hondbóltsupplivingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald