Politikkur

Samráðingarnar við Russland halda fram í dag

Komið var heldur ikki á mál í gjár við samráðingunum við Russland

Mynd: Kiran Jóanesarson

Mynd: Kiran Jóanesarson

2023-12-08 08:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Samráðingar hava verið síðani týsdagin, men enn er ikki komið á mál, og tí verður hildið fram í dag, váttar Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum fyri jn.fo.

Fyrst í novembur ráðførdu løgmaður og landsstýrismenninir í uttanríkismálum og fiskivinnumálum seg við løgtingsins uttanlandsnevnd viðvíkjandi samráðingum við Russland um fiskiveiðuavtalu fyri 2024.

Svarið bleiv viðgjørt og avgerð var tikin um at fara til samráðingar við Russland um eina fiskiveiðuavtalu fyri 2024.

Fyrst vóru bara týsdagurin og mikudagurin settir av at samráðast í.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder