Vinna

Samráðingarnar um løn undir útbúgving tiknar uppaftur 

.

2025-08-21 15:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder





Summarfrítíðin er av, og samráðingarnar um løn undir útbúgving eru tiknar uppaftur. Partarnir halda áfram at samráðast um, hvørja løn lesandi á Heilsuskúlanum við útbúgvingarsáttmála  skulu hava. 

Lógin um heilsuhjálpara-, heilsurøktara- og námsfrøðiliga hjálpara útbúgving varð broytt í vár,  soleiðis at tey, sum gera ein útbúgvingarsáttmála við ein arbeiðsgevara um at fara undir eina av  nevndu útbúgvingum, kunnu fáa eina ávísa løn (ikki fulla løn), meðan tey ganga í skúla, og meðan tey  eru í starvsvenjing. 

Ósemja er millum arbeiðsgevararnar, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið og  fakfeløgini um, hvat lønin skal verða. 

Arbeiðsgevararnir hava lagt seg eftir, at lønin skal liggja á einum støði, so sum avvarðandi  myndugleikar arbeiddu út frá, tá lógaruppskotið varð ávegis – ein upphædd, ið mestsum er ein  trífalding av upphæddini, ið næmingarnar fáa í dag. Arbeiðsgevararnir hava tí lagt seg á eitt lønarlag,  sum er rímiligt í mun til, at talan er um eitt slag av lærlingaskipan. 

Í dag hava partarnir í samráðingunum - Føroya Pedagogfelag, Heilsurøktarafelagið og  Heilsuhjálparafelag Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið - aftur umrøtt  setanar- og lønarviðurskiftini hjá lesandi á Heilsuskúlanum, sum fara at gera útbúgvingarsáttmála við  ein almennan/kommunalan arbeiðsgevara; tó uttan at samráðingarnar bóru á mál. 

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið harmast um støðuna og vóna, at partarnir  skjótt finna semju um setanar- og lønarviðurskiftini hjá nevndu næmingum við útbúgvingarsáttmála. 

Ein semja um lønina hjá lesandi við útbúgvingarsáttmála fer undir øllum umstøðum at betra  munandi um fíggjarliga rásarúmið hjá teimum lesandi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder