Politikkur

Samgongan skal halda fingrarnar burtur frá Arbeiðsloysisskipanini!

Samgongan hevur nú sett ALS – Arbeiðsloysiskipanina – á fíggjarlógina.

2025-10-24 14:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hetta hóast tað í § 2. í lógini um ALS stendur: ”Inntøkur og útreiðslur grunsins verða ikki tiknar við á løgtingsfíggjarlógina.” Sostatt ger samgongan beint øvugt av tí, sum stendur í lógini.

Formaðurin í stýrinum fyri ALS hevur eisini gjørt vart við hetta alment. Men politiska skipanin lurtar ikki.

Fakfelagssamstarvið stuðlar formanninum í stýrinum fyri ALS og heitir á politisku skipanina um at virða ásetingarnar í lógini um arbeiðsloysiskipanina.

Partarnir á arbeiðsmarknaðinum eiga ALS og rinda inn í skipanina. Tí skal politiska skipanin halda seg burtur frá Arbeiðsloysisskipanini.

Hóast undanførslan hjá samgonguni er, at ALS bara verður ein konto á fíggjarlógini, sum er útreiðslu neutral, so er skjótt, at politiska skipanin fær tað hugskot, at broyta hetta, so peningur í ALS kann brúkast til onnur endamál, eitt nú, um peningur manglar í á fíggjarlógini.

Okkara áheitan á samgonguna er tí: Haldið fingrarnar burtur frá ALS og virði ásetingarnar í ALS lógini §2 a. Sum púra greitt sigur: “Inntøkur og útreiðslur grunsins verða ikki tiknar við á løgtingsfíggjarlógina. ”

Skipanin riggar væl, sum hon er!

Fakfelagssamstarvið

Starvsfelagið, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Akademikarafelag Føroya, Heilsuhjálparfelag Føroya, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Felagið FøroyskirSjúkrarøktarfrøðingar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder