Heldur enn at gera neyðugu tillagingarnar, so valdi samgongan at trýsta málið ígjøgnum, væl vitandi um, at uppskotið fór at ávirka kappingarføri hjá alivinnuni.
Í gjár komu so tey boðini, ið vinnan longu tíðliga í mars mánaði boðaði frá fóru at koma, um tillagingar ikki vóru gjørdar - 140 fólk verða koyrd til hús á nýggjárinum av atgerðarloysinum hjá landsstýrinum.
Í eini roynd at forða fyri, at støðan ikki versnar, so hevur Sambandsflokkurin lagt uppskot fyri løgtingið, ið tillagar verandi lóg, so tøkugjaldið fyri laks, ið verður nýttur til víðari framleiðslu, ongantíð verður meira enn 7,5 %.
Hóast landsstýrismaðurin í vinnumálum endurtakandi ferðir hevur lovað at koma við eini loysn í málinum, so mugu vit ásanna, at vinnan kann ikki bíða longur.
Uppskotið hjá Sambandsflokkinum hevur verið til fyrstu viðgerð í dag, og er støðan greið - um samgongan veruliga ynskir at gera eina roynd at bjarga fleiri fólkum frá at missa sítt livibreyð, so má politiska skipanin standa saman í hesum málinum.
Vinnan hevur ikki tíð at bíða, og tað hava tey, ið uppsøgd eru, heldur ikki!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald