Politikkur

Sambandsflokkurin við uppskoti um Nýtt Samband

- Føroyar skulu vera eitt sjálvstýrandi land í ríkinum. Tað er høvuðsboðskapurin í einum nýggjum uppskoti, Nýtt Samband, ið leggur upp til eina nútímansgerð av ríkisfelagsskapinum.

2024-07-27 19:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

At støðan í heiminum er broytt, so Føroyar verða alsamt sjónskari á geopolitiska heimskortinum, ger, at vit mugu taka størri ábyrgd av okkara uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikki. Tað er neyðugt at laga seg til nútíðina og veruleikan, vit liva í.

Sambandsflokkurin kemur tí við einum uppskoti um, hvussu vit kunnu dagføra og nútímansgera ríkisfelagsskapin, so vit fáa røttu og hóskandi karmarnar at arbeiða undir. Uppskotið, ið nevnist

Nýtt Samband, verður lagt fram á tíðindafundi mikudagin 31. juli.

Heimastýrislógin hevur í meira enn 75 ár verið støði undir menningini av sterka og sjálvbjargna føroyska vælferðarsamfelagnum. Hon hevur tænt okkum væl, men nú er tørvur á at byggja víðari. Tað vil Sambandsflokkurin gera við eini nýggjari sjálvstýrislóg, sum er lagað eftir nútíðini og kann taka okkum inn í framtíðina.

Nýtt Samband snýr seg um at dagføra og nútímansgera lógarkarmarnar um ríkisfelagsskapin við eini lóg, ið byggir víðari á bæði heimastýrislógina og uttanríkispolitisku heimildarlógina.

Vilja ganga undan

Sjálvstýrislógin skal vera karmur um okkara egna politikk, men eisini um okkara leiklut og íkast til samlaða politikkin hjá danska ríkinum. Sambandsflokkurin heldur, at í tøttum og gagnligum samstarvi ber til at finna ein nýggjan leist fyri Føroyar sum eitt sjálvstýrandi land í ríkinum.

Ein av grundsúlunum undir Sambandsflokkinum hevur síðan stovnan verið ríkisfelagsskapurin. Flokkurin hevur verið partur av fleiri nýskipanum, sum hava birt undir og verið grundarlag undir einum frælsum, ríkum og demokratiskum Føroyum. Tí vilja vit enn sum áður ganga undan, nú brúk er fyri at endurskoða lógarverkið og politikkin í ríkisfelagsskapinum.

Ríkisfelagsskapurin hevur verið besta støðið undir menningini av føroyska samfelagnum. Hann skal eisini frameftir vera yvirskipaði karmurin, samstundis sum nýggja sjálvstýrislógin skal geva Føroyum alsamt størri rásarúm og víðkaðar karmar at virka undir.

Við hesum vil Sambandsflokkurin bjóða til tíðindafund í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum, mikudagin 31. juli klokkan 10, har vit fara at leggja fram okkara boð uppá eina nýskipan av ríkisfelagsskapinum.

Sambandsflokkurin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder