Politikkur

Sambandsflokkurin skjýtur upp at broyta tøkugjaldið í alivinnuni

Sambandsflokkurin hevur lagt lógaruppskot fyri Løgtingið um at broyta tøkugjaldið í alivinnuni. Uppskotið er gjørt soleiðis, at vinnan skal rinda eitt lutfalsliga hægri gjald, tá søluprísurin er óvanliga høgur, men uppskotið tekur eisini hædd fyri, at framleiðslukostnaðurin er nógv hækkaður tey seinnu árini 

2023-03-23 14:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


“Tað er rímiligt, at alivinnan rindar eitt lutfalsliga hægri gjald, tá prísurin á altjóða marknaðinum er óvanliga høgur, men vit mugu kortini ikki koma í støður, har gjaldið er ov høgt samanborið við tað, sum tað kostar at framleiða,” sigur Sambandsflokkurin.


Í uppskotinum verður hildið fast við grundregluna um, at eitt nýtslugjald verður kravt fyri framíhjárættindi at gagnnýta føroysku aliøkini. Hetta nýtslugjaldið verður kravt, uttan mun til, hvussu laksaprísurin háttar sær. Er laksaprísurin lægri enn framleiðslukostnaðurin, er gjaldið 0,5%.


Lógaruppskotið tekur annars støði í uppskotinum, sum undanfarna landsstýri legði fram í desember 2022. Tað merkir, at gjøldini verða hesi:


- Er prísurin lægri enn framleiðslukostnaðurin, er gjaldið 0,5%

- Er prísurin hin sami sum ella 5 kr. hægri enn framleiðslukostnaðurin, er gjaldið 2,5%

- Er prísurin millum 5 og 15 kr. hægri enn framleiðslukostnaðurin, er gjaldið 5,0%

- Er prísurin millum 15 og 30 kr. hægri enn framleiðslukostnaðurin, er gjaldið 7,5%

- Er prísurin meir enn 30 kr. hægri enn framleiðslukostnaðurin, er gjaldið 10%


Eftir uppskotinum skal lógin fáa gildi 1. juli 2023.


Málið er á skrá fyri tingfundin í dag.


Sambandsflokkurin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder