Talan er um hesi uppskotini:
- Lógaruppskot um inflasjónsískoyti
- Lógaruppskot um avtøku av mótrokning í pensjónini av arbeiðsinntøku
- Lógaruppskot um broytingar í tøkugjaldinum
- Uppskot til samtyktar um tvískattaavtalur
- Uppskot til samtyktar um vakmyndatól
- Tey sum eru hart rakt av hækkandi prísum og rentuhækkingum, eiga at fáa styrk, og pensjónistar eiga at kunna átaka sær lønandi arbeiði, uttan at hetta verður mótroknað í pensjónini, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins. Tí hevur Sambandsflokkurin lagt uppskot fyri Løgtingið um hetta.
Felags fyri hesi lógaruppskotini er, at tey hava týdning fyri at varðveita og menna okkara vælferðarsamfelag, við at hjálpa hart sperdum húskjum, og víðka um arbeiðsútboði.
Sambandsflokkurin hevur eisini lagt lógaruppskot fyri Løgtingið um broytingar í tøkugjaldinum í alivinnuni. Talan er um eitt uppskot, sum tekur útgangsstøði í uppskotinum, sum undanfarna landsstýri arbeiddi við, har hædd verður tikin fyri framleiðslukostnaðinum og stigvaksandi avgjald í mun til høgan vinning.
Umframt hesi lógaruppskotini hevur Sambandsflokkurin eisini lagt tvey uppskot til samtyktar fyri Løgtingið. Annað uppskoti skjýtur upp at heita á landsstýrið um at fara undir samráðingar um at fáa fleiri tvískattaavtalur fyri at víðka um virkismøguleikarnar hjá føroyingum og føroysku vinnuna.
Í hinum uppskotinum til samtyktar heitir Løgtingið á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri Løgtingið lógaruppskot um at loyva kommunum at seta upp vakmyndatól á serliga útsettum støðum í býarlívinum. Uppskotið um vakmyndtól verður lagt fram saman við Fólkaflokkinum. Endamálið við hesum upskotinum er at skapa tryggleika í almenna rúminum, forða fyri, at fólk vera fyri harðskapi og gera tað lættari og skjótari hjá løgregluni at uppklára harðskapsmál.
Hóast freistin at leggja uppskot fram er í dag, so ber til at leggja uppskot fram seinni, men tá krevjast 17 undirskriftir frá tingfólkum.
Sambandsflokkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald