Politikkur

Sambandsflokkurin ger eina roynd at bjarga hundraðtals arbeiðsplássum í alivinnuni

“Fyri aldan laks, ið verður nýttur til víðari framleiðslu, eigur tøkugjaldið ongantíð at vera meira enn 7,5%.” Tað sigur Sambandsflokkurin, sum hevur lagt lógaruppskot fyri Løgtingið um at broyta lógina um loyvisgjøld á alivinnu.

2023-10-25 18:43 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Við hesum vil Sambandsflokkurin tryggja, at tað framhaldandi skal loysa seg at meirvirka aldan laks í Føroyum. Flokkurin vísir á, at nýggi tøkugjaldsstigin, sum Løgtingið samtykti í mai í ár, er ein forðing fyri, at laksaúrdráttir verða meirvirkaðir, og tí er neyðugt at broyta lógina, við at seta eitt loft í tøkugjaldið fyri tann laksin, ið verður nýttur til víðari framleiðslu.

“Verður hetta ikki gjørt, er vandi fyri, at øll víðari framleiðsla dettur niðurfyri, og hundraðtals arbeiðsfólk missa arbeiði,” sigur Sambandsflokkurin.  

Ein rímiliga stórur partur av aliframleiðsluni í Føroyum er farin til sokallaðu VAP framleiðsluna. Hesir meirvirkaðu laksaúrdráttir verða seldir eftir langtíðarsáttmálum, ið vanliga galda í 3-12 mánaðir. Tí er tað avgerandi fyri, um vit framhaldandi kunnu hava eina meirvirking í føroysku alivinnuni, at fyri tann partin av laksaframleiðsluni, sum fer til meirvirking, verður ásett eitt loft í tøkugjaldinum á 7,5%.

“Hetta loftið skal bara vera galdandi fyri ta mongdina av framleiðsluni, ið verður brúkt til víðari framleiðslu,” sigur Sambandsflokkurin.

Uppskotið hjá Sambandsflokkinum bleiv lagt fyri løgtingið á tingfundinum týsdagin, og sambært skránni fyri komandi tingfundir, fer Løgtingið at hava 1. viðgerð av uppskotinum tann 7. november.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder