Svar til Johan Dahl um eingangsinntøkur landskassans
Fyrispurningurin er soljóðandi:
Spurningar:
- Hvussu stórar vóru landskassans eingangsinntøkur / óvanligu inntøkur í tíðarskeiðnum 2015 til 2023 - býttar upp á, hvaðani tær komu frá?
- Hvussu stórar væntast landskassans eingangsinntøkur / óvanligu inntøkur í 2024, 2025, 2026 og 2027 - býttar upp á, hvaðani tær væntast at koma frá?
- Hvussu stórar vóru hesar eingangsinntøkur tilsamans í prosent av samlaðu inntøkum landskassans 2015-2023 og hvussu stórar væntast tær at verða í 2024, 2025, 2026 og 2027?
- Hvussu hevði úrslit landskassans sæð út ymsu árini og frameftir, um hesar eingangsinntøkur vórðu drignar frá samlaðu inntøkunum, og hevði tørvur tá verið á lántøku vegna hall, lægri avlop o.a.?
- Til hvørji endamál eru eingangsinntøkur landskassans brúktar gjøgnum øll árini (rakstur, íløgur, grunn o.a.)?
- Hvussu er ætlanin at brúka møguligar eingangsinntøkur komandi árini?
Svar:
Tiknar eru við eingangsinntøkur í Rakstrinum, Inntøkunum og Óvanligum inntøkum, men ikki tær í Løgunum, t.e. søla av bygningum og skipum.
Svar til spurning 1 og 5
Eingangsinntøkur:
- Í 2015 vóru ongar eingangsinntøkur.
- Í 2016 vóru 23,3 mió. frá sølu av partabrøvum í P/F Lív tiknar við undir Óvanligar inntøkur, og fluttar í Búskapargrunnin.
- Í 2017 vóru 100 mió. kr. frá eykastórum vinningsbýti frá BankNordik tiknar við í Inntøkunum, og fluttar í Búskapargrunnin.
- Í 2018, 2019 og 2020 vóru ongar eingangsinntøkur.
- Í 2021 vóru 156,7 mió. kr. frá eykastórum vinningsbýti frá BankNordik tiknar við í Inntøkunum. Eisini í 2021 vóru 56,4 mió. kr. frá avtøkuni av Fíggingargrunninum frá 1992 tiknar við undir Óvanligar inntøkur.
- Í 2022 vóru 134,4 mió. kr. frá eykastórum vinningsbýti frá BankNordik tiknar við í Inntøkunum.
- Í 2023 eru netto 15,9 mió. kr. frá sølu av partabrøvum í P/F Tjaldur og ætlaðar 79 mió. kr. frá sølu av partabrøvum í P/F Smyril Line tiknar við í Rakstrinum.
Fyri at svara einkult og gjøgnumskygt er fulla upphæddin í vinningsbýti frá BankNordik árini 2017, 2021 og 2022 tikin við sum eykastór vinningsbýti, hóast í miðal 15 mió. kr. hvørt av árunum kundi verið frádrignar, svarandi til vanlig vinningsbýti frá BankNordik.
Svar til spurning 2
Tað verður ikki roknað við eingangsinntøkum í Rakstrinum, Inntøkunum og Óvanligum inntøkum árini 2024-27.
Svar til spurning 3
Roknskaparliga/játtanarliga úrslitið fyri § 20 Inntøkur verður nýtt sum mát fyri samlaðu inntøkurnar. Bert eru eingangsinntøkur tiknar við, sum eru partur av RLÚ I úrslitinum, t.e. í Rakstrinum og í Inntøkunum.
Eingangsinntøkurnar í prosentum:
- Í 2017 vóru 1,8 % av inntøkunum (100/5.442,6)
- Í 2021 vóru 2,5 % av inntøkunum (156,7/6.325,1)
- Í 2022 vóru 2,0 % av inntøkunum (134,4/6.715,4)
- Í 2023 eru mettar til 1,4 % av inntøkunum ((15,9+79) /6.967,3)
Svar til spurning 4
RLÚ I úrslitini uttan eingangsinntøkur:
- Í 2017 hevði verið avlop á 463,4 mió. kr. (563,4-100)
- Í 2021 hevði verið hall á -19,1 mió. kr. (137,6-156,7)
- Í 2022 hevði verið avlop á 60,3 mió. kr. (194,7-134,4)
- Í 2023 hevði verið ætlað avlop á 48,9 mió. kr. (143,8-15,9-79)
Tilsamans fyri tíðarskeiðið 2015-23 høvdu RLÚ I úrslitini verið 486 mio. kr. lakari (100+156,7+134,4+15,9+79), og sum sannlíkt hevði verið fíggjað við hægri lántøku landskassans.
Svar til spurning 6
Sum nevnt áður, verður ikki roknað við eingangsinntøkum í Rakstrinum, Inntøkunum og Óvanligum inntøkum árini 2024-27.
Tinganes, 14. august 2023
Ruth Vang
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald