2022-02-24 20:24
Føroyar hava handilsligt samstarv við Russland, men politikkur er meira enn bara handil. Tað snýr seg um demokratisk virði. Um moral. Um mannarættindi.
Sum eitt demokratiskt land kunnu vit ikki liva við, at ukrainsk børn vakna í ótta fyri gerandisdegnum. Vit kunnu ikki liva við, at sakleys fólk verða partur av einum kríggi, sum Putin sjálvur hevur skapt.
Eitt kríggj í Evropa hevur stórar avleiðingar fyri øll. Eisini Føroyar. Vit eru ein partur av heimssamfelagnum – og vit skulu gera okkara part. Handil kann økja um vælferð, men uttan okkara rættindi, frælsi og samhaldsfesti eru vit fátæk.
Sannlíkt er, at framtíðin er óviss. Vit eiga at taka eina avgerð út frá okkara demokratisku virðum – ikki peningaligum virðum.
Latið okkum standa saman um hetta. Landsstýrið og Løgting. Vinnulív og borgarar. Tú og eg.
Hetta er ikki løtan til split – nú standa vit saman.
Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald