Spyrjari: Fía Selma Nielsen, løgtingskvinna
Svarari: Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna
Evni: Rottutýning í Føroyum
Spurningar:
- Hevur landsstýrið ætlanir um at gera nakað við at samskipa rottutýningina saman við kommununum?
- Hvørjar ávirkanir metir landsstýriskvinnan, at einar rottufríar Føroyar høvdu havt á fuglastovnarnar í Føroyum?
- Hvørjar ávirkanir metir landsstýriskvinnan, at einar rottufríar Føroyar høvdu havt á burðardygdina í føroysku náttúruni annars?
Viðmerkingar:
Kommunurnar hava ábyrgdina av rottutýningini.
Rotta er eitt skaðadjór, sum ger óbótaligan skaða á okkara náttúru, serliga okkara fuglalív. Rotta kann gnaga gjøgnum alt, sum er bleytari enn jarn. Rotta ger tískil stóran materiellan skaða, eitt nú á ravmagnsútgerð og spillivatnskipanir. Harafturat er rotta ein smittuberi, sum ber sjúkur millum menniskju og millum djór, men eisini frá djórum til menniskju.
Rotta legst í fuglabjørg og -bøli, og etur fuglaeggini. Hon kann gera óbótaligan skaða á fuglastovnarnar, sleppur hon framat.
Í Føroyum er tað serliga tann brúna rottan, sum nervar náttúru og menniskju. Tann brúna rottan verður kynsbúgvin tá hon er millum 8 og 12 vikur gomul. Hon leggur 2-7 ferðir árliga, og fær einar 8-10 ungar hvørja ferð.
Fermetratalið í Føroyum er avmarkað. Tí átti at verið gjørligt, t.d. við felags innsatsi millum land og kommunur, at týnt rottuna í Føroyum.
Tað sær ikki út til, at kommunurnar megna uppgávuna at týna rottuna í Føroyum.
Tí verða hesir spurningar settir.
Á Løgtingi, 3. september 2026
Fía Selma Nielsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald