Fyrispurningurin er soljóðandi:
- Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at seta á stovn eina skaðanevnd, sum kann seta í verk neyðugt kanningararbeiði eftir eitt álvarsligt ferðsluóhapp?
- Metir landsstýrismaðurin, at ein skaðanevnd er neyðug, fyri at fyribyrgja ferðsluóhappum í framtíðini?
- Hevur landsstýrismaðurin nakrar aðrar ítøkiligar ætlanir fyri at fyribyrgja ferðsluóhappum í framtíðini, eitt nú at tryggja landsvegirnar ímóti seyði?
Svar til spurning 1
Ynski hevur verið frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, at ein skaðanevnd verður sett á stovn. Hetta er eitt av tilmælunum í Ferðslutrygdarætlanini 2019-2027. Umhugsað verður at kanna nærri, hvør tørvurin við einari skaðanevnd er, og hvussu eitt tílíkt arbeiðið møguliga kundi verið skipað. Seinastu nógvu árini eru allar álvarsligar ferðsluvanlukkur blivnar kannaðar av avvarðandi myndugleikum, sum hava ábyrgd av teimum ymisku fakøkjunum. Akstovan kannar akførini, løgreglan ger ferðslutekniskar kanningar á staðnum, og Landsverk ger metingar av vegaumstøðunum, og hetta verður framvegis gjørt tann dag í dag.
Svar til spurning 2
Ein skaðanevnd kann vera við til at varpa ljós á møguligar orsøkir til, hví vanlukkur henda. Tað er tó framvegis sera umráðandi, at tað stóra fyribyrgjandi- og upplýsandi arbeiðið innan økið heldur áfram, sum er av avgerandi týdningi fyri fyribyrging av ferðsluvanlukkum. Til at gera hetta arbeiðið hava vit Ráðið fyri Ferðslutrygd, sum vegna myndugleikarnar, stendur fyri hesum arbeiðinum, hvørs høvuðsendamál er at virka fyri, at eingin skaldoyggja ella fáa álvarsligt mein av ferðsluvanlukku á føroyska vegakervinum.
Svar til spurning 3
Tað er ein ávísur ferðsluvandi á teimum vegastrekkjunum, har seyður er á vegnum, serliga har ferðmarkið er 80 km/t. Nøkur vegastrekki eru hegnað, men í sambandi við nýgerð verður sum oftast hegnað fram við vegnum samstundis. Tó er tað sera kostnaðarmikið at fáa vegastrekki seyðafrí. Tað kostar umleið 1 millión krónur fyri hvønn kilometur, sum skal stikast. Víst verður eisini til fyrispurning 52-127/2021 um seyð og ferðslutrygd.
Tinganes, 21. februar 2022
Bárður á Steig Nielsen
løgmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald