Mentan

Røða fyri Hans Eli Hansen á 100 ára føðingardegnum

.

Myndirnar hevur myndamaðurin Jens Kristian Vang tikið.

Myndirnar hevur myndamaðurin Jens Kristian Vang tikið.

2025-07-03 14:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


Góði Hans Eli – ella bara Eli, sum tú vanliga verður nevndur her í bygdini– og tit øll, sum eru komin saman her í dag!

Eg sigi tú, tí tað er tað, tær dámar betur enn at siga tygum.

Tað er ikki á hvørjum degi, at eg sum borgarstjóri sleppi at siga: Tillukku við tínum hundrað ára degi! Tað er stórt og forkunnugt.

Og tá man so veit, hvør tað er, sum fyllir hesi hundrað árini – ja, so kennist tað nærum, sum man fær loyvi at sita saman við einum kapitli úr nýggjari føroyskari søgu – eitt kapittul við álvara, men farrin av skemti er við.

Og so má eg siga: seinast eg var í so fínum selskapi sum í dag – við løgmanni, ríkisumboðnum – ja, tað var tá eg var vertur fyri døgurða fyri sjálvari Hendes Majestæt Dronning Margrete!

Men í dag – her í Sandavági – kennist tað ikki minni stórt. Tí tú, Eli, í dag er tú kongurin!

Eli, tú hevur ikki bara livað søguna – tú hevur verið partur av henni, við at skriva søguna.

Føddur í Havn, úti á Reyni, uppvaksin á Slættanesi, og nú Sandavágsmaður, búsitandi á Steigabrekku í Sandavági.

Sum ungur fórt tú til Sørvágs at arbeiða, tá kríggið brast á. Tá var tú bara 15 ára gamla. Tú vart við til at lempa kol hjá eingilsmonnunum, vart við at asfaltera vegir, sum eingilsmenn bygdu, og síðani gekk leiðin til Íslands at arbeiða – fyrst á landi, men ikki longur enn at tú bleivst biðin um at koma við til fiskiskap.

Raskur sum tú vart – og ert enn!

Tú kom aftur til Føroyar eftir kríggið og bygdi tær hús her uppi á Steigabrekku – ovarlaga í Sandavági tá – var mestsum einsamallur í grannalagnum, men nú ert tú mitt í einum vaksandi grannalagi í allar ættir.

Á Steigini hevur tú bygt eitt heim saman við konuni, Ingu, og børnunum Bjørg, Sjúrða, Bjarna, Aud og Inga. Somuleiðis vaks abbasonurin, Eyðun, sum vit eru heima hjá í dag og hátíðarhalda dagin, upp í heiminum á Steigini.

Eftirkomararnir eftir teg fjølgast, og tað kunnu vit sum kommuna bara gleðast um – umframt tey fimm børnini, so eru 16 abbabørn, 25 langabbabørn og 7 oldurabbabørn.

Tað er stuttligt at hoyra teg siga, at tú heldur at nýggju íbúðirnar omanfyri hjá tær vera eitt sindur dýrar, men so leggur tú afturat við einum brosi: “Tey tykjast tó at dáma tær!”

Tað sigur nógv um teg – tú dugir at eygleiða og hevur meiningar, tú smílist og tú gleðist við teimum.

Tú bleivst maskinmeistari og fórt síðani út í heim at sigla heimshøvini – bæði við fiskiskipum og handilsskipum.

Ein long og rík lívsleið, sum førdi teg víða – eisini í vandasjógv, har siglt varð við handilsskipum. Ofta flutti tú vápn í loyndum, ofta fyri jugoslavar, til krígsøki í Asia og aðrastaðni við.

Tú hevur sjálvur sagt, at hetta kundi havt kostað tykkum lívið, um tit vórðu tiknir.

Yvirskiftin til tína lívssøgu kundi verið: Eli Hansen – føroyskur sjómaður og vápnasmuglarasjarmør!

Vit kunnu staðfest: Tú hevur ikki bara verið maskinmeistari – tú hevur verið ein eitt sindur smávegis James Bond.

Ikki ert tú bangin av tær – sjálvt ódnaveður av ringasta slag her á Steigabrekku ræðir teg ikki. Ístaðin bardist tú við úthurðina fyri at halda storminum úti!

Mær kemur í hug – sum sløkkiliðsmaður – tann dagin í fjør, tá ódnin leikaði á her í Sandavági. Vit komu koyrandi oman eftir Steigini, og eg legði merki til, at úthurðin hjá tær stóð opin – og tað í ódnarveðri!

Ljós var í køkinum, og tú sat har so friðarligur við borðið. Eg hugsaði fyri mær sjálvum: “Hetta er ikki dagurin at lufta út!”

Tá eg kom inn, sá eg, at karmurin til hurðina var brotin, og hurðin fekst ikki aftur.

Tú hevði roynt at skalkað hana, men hon vildi ikki.

Vit fingu sum frægast hurðina skalkaða – og fóru út ígjøgnum kjallaran.

Ikki meira enn 15 minuttir seinni varð ringt eftir okkum – tá var yvirtromin farin!

Men tú vart við góðari hjálp fingin út í øllum góðum og heim til dóttrina at vera – og kunnu vit í dag hátíðarhalda hendan dagin saman við tær.

Og tað, sum vit øll eru so hugtikin av, er títt klára minni og tín ómetaliga stóra vitan – tað er gull vert, ikki minst fyri Heina F., sum hevur havt teg sum heimildarmann til fleiri av hansara verkum.

Tú ert eitt fyrimyndarligt dømi um eitt menniskja, sum hevur livað eitt ríkt lív og latið nógv eftir teg. Tú hevur ikki bara livað í hundrað ár – tú hevur eisini verið ein virkin partur av okkara felagssøgu og felagsskapi.

Við hesum vil eg bera fram eina heilsan frá øllum býráðnum í Vága kommunu.

Vit eru errin av at hava ein borgara sum teg – og vit ynskja tær ein góðan føðingardag saman við familjuni, við heilsu, gleði og takksemi fyri tað, tú hevur latið okkum øllum.

Takk fyri, Eli – og hjartaliga tillukku við tínum 100 ára degi!

Og ja – við nýggjum duri og tekju, kann næsta ódnin bara koma!

Bjarni Prior
Borgarstjóri í Vága kommunu

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder