Mentan

Risa høgguslokkur (giant squid)

.

Risahøgguslokkur upprikin á strond, mynd: Luis Laria

Risahøgguslokkur upprikin á strond, mynd: Luis Laria

2025-01-21 13:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


TJÓÐSAVNIÐ:


Í frystigomsluni hjá Tjóðsavninum í Kaldbak er eitt eintak av risahøgguslokkinum Architeuthis dux.

Í samband við at tilfar brádliga skuldi flytast úr eini frystigomslu í aðra, var neyðugt at taka allar lutirnar út. Millum hesar var eisini eitt forkunnugt eintak av einum illa farnum risahøgguslokki. Savnið roynir at goyma eintøk av øllum dýrum í føroyskum øki, og av tí at hetta er einasta eintak vit hava, so goyma vit tað hóast at tað ikki er í besta standi.

Júst hesin risahøgguslokkurin er bert ein ungi. Kápan er um 90 cm og við ørmunum er hann okkurt um 2½ metur langur. Hetta er tó onki í mun til hvussu stórir teir kunnu verða. Søgur siga at risahøgguslokkar munnu gerast upp í 20 metrar langir, men um hetta er satt er ilt at siga. Vit vita tó fyri vist at teir kunnu gerast 14 metrar langir.

Eitt eftirgjørt eintak hevur hingið uppá framsýningini hjá Tjóðsavninum í Brekkutúni í nøkur ár.

Eisini í føroyskum havøki

Bæði framsýningarhøgguslokkurin og hesin seinni eru úr føroyskum sjóøki, og tí er ikki óhugsandi at vit eisini hava veruligar risahøgguslokkar. Ein søga er um ein stóran høgguslokk á Kaldbaksfirði.

Risahøgguslokkur leyðist á bát á Kaldbaksfirði

Mynd:  1. Málningur - Martin G. Roper

Jákup Bærentsen á Sundi hevur sagt frá um eina hending fyri okkurt um hundrað árum síðani. Hann greiðir soleiðis frá

“Tað hevur verið síðst í 1800-talinum, ella fyrst í 1900. Søgan var tann, at ein dag fóru tveir menn úr Kaldbak at skjóta æðu. Tað var kølsvart í mjørka og teir fóru við báti inneftir. Teir gjørdu soleiðis, at tann sum hevði byrsuna gekk á landi, meðan hin róði spakuliga fram við, og fekk soleiðis rikið æðuflokkar inn móti landi, so nær at hin fekk skoti tær.

Knappliga hoyrir tann á landi at hin fer at rópa um hjálp, hann rópar neyðarróp. Hann rópti øgiligt, men tann á landi sá onki og kundi onki gera. Eina løtu seinni steðgaðu rópini og so kom hin á bátinum inn ímóti landi. Tá hevði hann tveir ella tríggjar armar av einum høgguslokki í bátinum.

Søgan var tann at ein risahøgguslokkur ætlaði at sleppa sær upp í bátin, hann var so stórur at armarnir komu inn í bátin. Sum allir menn tá í tíðini, so hevði maðurin knív. Hann kappaði armarnar av, sum so duttu niður í bátin. Tá hann hevði kappað tríggjar ella fýra armar, hvarv høgguslokkurin niður í sjógvin. Skakkir av tilburðinum fóru menninir til hús.    

Nakrar dagar seinni, fór maður til gongu inn í Kaldbaksbotn. Hetta var í tí tíðini tá ongin búði har. Hetta hevur helst verið tann sum átti hagan har inni, og har fann hann høgguslokkin deyðan uppi á sandinum.

Hetta skuldi vera ein sunnudag, og tað sigst at fólk í Kaldbak hildu at hendingin við høgguslokkinum mundi koma av at sunnudagurin ikki varð hildin heilagur.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder