Hetta er aðru ferð at skipa verður fyri ávegis ríkisfundi og fundi í samstarvsráðnum í januar mánaði. Fyrstu ferð var í fjør.
Føroyar yvirtóku um ársskiftið formansskapin í samstarvsráðnum, og vanligi ríkisfundurin og fundurin í samstarvsráðnum verða tí í Føroyum í juni.
“Tíverri gerst støðan í heiminum alsamt meiri spent og óviss. Tað er kríggj í Ukraina og Miðeystri, og stórveldini vísa ein øktan áhuga fyri Arktis og norðurleiðum. Tí hevur tað størri týdning enn nakrantíð áður, at Føroyar, Danmark og Grønland hittast regluliga á ráðharrastigi og umrøða uttanríkis- og trygdarpolitisku støðuna, og hvussu hetta ávirkar samstarvið millum londini.“ Aksel V. Johannesen, løgmaður
Til ríkisfundin, luttaka løgmaður, danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, og grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede. Á fundinum fara tey trý at umrøða samstarvið í ríkisfelagsskapinum og at kunna um búskaparligu og politisku gongdina í londunum.
Síðani verður fundur í samstarvsráðnum, har føroysku umboðini luttaka saman við viðkomandi donskum og grønlendskum ráðharrum. Á fundinum skulu londini umrøða uttanríkis- og trygdarpolitisku støðuna.
Faktaboks – luttakarar til fundin í samstarvsráðnum
Føroyar
- Aksel V. Johannesen, løgmaður
- Sirið Stenberg, varaløgkvinna og landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum
- Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
- Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Danmark
- Mette Frederiksen, forsætisráðharri
- Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri
- Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri
- Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri
Grønland
- Múte B. Egede, landsstýrisformaður
- Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinna í uttanríkis- og sjálvstýrismálum
- Naaja H. Nathanielsen, landsstýriskvinna í vinnu-, ráðevnis-, lógar- og javnstøðumálum
- Erik Jensen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald