Landsbankin: Árliga broytingin í miðalrentuni á bústaðarlánum hjá føroysku húsarhaldunum var 1,39 prosentstig í august 2023 í mun til august 2022. Í august 2022 var miðalrentan 2,67% á bústaðarlánunum í føroysku bankunum og donsku realkredittstovnunum tilsamans, og í august 2023 var miðalrentan 4,06%; hon er sostatt økt 1,39 prosentstig hetta tíðarskeiðið.
Rentuútreiðslurnar hjá føroysku sethúsaeigarunum eru øktar munandi tað seinasta árið; tær eru øktar við góðum 130 mió. kr. í tíðarskeiðinum september 2022 til august 2023 í mun til sama tíðarskeið árið fyri. Tað svarar til ein ein vøkstur á 45% í mun til tað, sum goldið varð í rentum av bústaðarlánum árið frammanundan. Tó fáa nógv húsarhald rentustuðul og merkja ikki fulla virknaðin av øktu rentuútreiðslunum.
Mynd 1
Les meira í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið í 2. ársfjórðingi 2023 her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald