Politikkur

Rannvá stillar upp fyri Borgaralistan

Havi livað saman við Suna Hansen í 30 ár, og eiga vit 3 børn og 1 ommubarn.

2024-10-30 16:36 Author image
-
placeholder

Eg eri útbúgvin skrivstovufólk, havi arbeitt sum stuðul og arbeiði nú sum deildarleiðari.

Havi havt eitt virkið ítróttarlív í fótbólti og flogbólti sum íðkari, nevndarlimur og venjari. Í frítíðini syngi eg við Vágakórinum, og eri saman við familjuni.

Eg brenni fyri at hjálpa og stuðla teimum, sum á ein ella annan hátt ikki klára seg sjálvi. Eg vil arbeiða fyri, at okkara kommuna, í enn størri mun, skal vera ein kommuna sum verjir og stuðlar undir at øll, uttan mun til avbjóðingar, kunnu vera búgvandi í kommununi, fáa bestu umstøður og føla seg vælkomin í Vága kommunu. Ein kommuna har øll børn, ung og gomul fáa nøktandi tilboð, umstøður og møguleikar at fara til ítriv, ítrótt og mentanartiltøk ella annað tey hava áhuga fyri.

Eg eri ikki tann sum rópi harðast, eg lurti og arbeiði í tí stilla. Eg arbeiði hart fyri at røkka teimum málum eg seti mær og geri nógv fyri at finna semjur.

Um eg verði vald, fari eg at gera mítt besta fyri, fólkini sum búgva í kommununi, verða tikin við uppá ráð í teimum avgerðum sum skulu takast.

Eg fari í næstum at greiða frá hvørjum ítøkiligum málum, eg ætli mær at arbeiða fyri, um eg veri vald.

Set kross við Rannvá Ólavsdóttir

ella við Borgaralistan

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder