Politikkur

Rannsóknarferðamannaskip: Ein nýggjur møguleiki fyri ferðavinna, ið styrkir okkara mentan

Ferðavinnan er í broyting, og nú hava vit ein gyltan møguleika at leiða hesa nýggju bylgjuna við Rannsóknarferðamannaskipum (Ekspedition cruise). Hetta er eitt serligt slag av ferðamannaskipum, ið gevur eina heilt serliga uppliving fyri ferðafólkini – og eitt heilt serligt inntøkugrundarlag fyri okkara kommunu.

2024-11-02 09:42 Author image
-
placeholder

Hesi skipini, ið vanliga eru áleið 110-140 metrar long og ferðast við áleið 200 ferðafólkum, leggja dent á burðardygd og umhvørvisvinarligar mannagongdir. Hetta ger tey sera áhugaverd sum samstarvspartnarar fyri okkum, ið vilja fremja eina ábyrgdarfulla og burðardygga ferðavinnu.

Ferðafólkini á hesum skipum hava eitt serligt ynski um at gera ein mun har tey vitja. Tey vilja síggja og skilja – ikki bara taka myndir og fara víðari. Hendan slagi av ferðafólki leitar ikki eftir stórbýarlívi, handilsmiðstøðum og luksushotellum – tey ynskja ístaðin at uppliva tað autentiska, tað serstaka og tað natúrliga, og leggja tey serligan dent á at stuðla lokalsamfeløg tey kom til.

Við einum miðalbúskaparligum íkasti upp á umleið 3.300 krónur pr. vitjan kunnu tey vera eitt beinleiðis íkast til okkara vinnulív, listafólk og mentan. Stórir aktørar sum Lindblad Expeditions, ið samstarvar við National Geographic, leggja dent á at bjóða eina ferðauppliving, sum tekur umhvørvisatlit, stimbra lokala vinnu og stuðlar burðardyggum verkætlanum. Hesi ferðafólk vilja stuðla lokalt, bæði við virðing fyri søguligum støðum, umhvørvinum, og við at varðveita og menna okkara mentanararv. Vit búgva í einum øki, ið er ríkt við náttúru, mentan og søgu – hetta eru gávur, vit sjálvi kanska taka fyri givið, men fyri hesi ferðafólk er tað ein skattur.

Við at bjóða hesum skipum ein væl skipaðan steðg í okkara havn, kunnu vit vaksa um lívið í havnarlagnum og skapa varandi virðir. Íløgur í havnalagið stuðla ikki bert undir ferðavinnuna, men gagna eisini vinnulívi og borgarunum. Við einum væl útbygdum havnalagi, ið møtir tørvinum hjá hesi ferðavinnu, kunnu vit skapa eitt virði, ið fer at gagna øllum í komandi tíðum.

Ferðafólkini á rannsóknarskipum lata seg veruliga lata seg fanga av umhvørvinum; tey vilja uppliva náttúru, mentan, list, søgu og ynskja at hoyra um og stuðla lokalar verkætlanir, ið hava týdning fyri bæði tey sjálvi og lokalsamfelagið.

Tey vilja fáa samband við listafólk, hoyra um verkætlanir, og síggja handverk, ið bert er at finna hjá okkum. Við áhuga fyri vistfrøði og søguligum støðum hava tey eitt ynski um at stuðla og verðveita okkara mentanararv.  Hetta kann gera hesi ferðafólk til ein týdningarmiklan part av okkara strategi, har vit miða eftir at gerast ein grøn og umhvørvisvinarlig kommuna.

Men skipini koma ikki av sær sjálvum, tað krevur virkisfýsni. Vit mugu taka ein virknan leiklut, og marknaðarføra okkum, sum ein álítandi og serstakan partnara, sum gevur ferðafólkum eina uppliving, tey ikki fáa aðrastaðni. Við miðvísum arbeiði kunnu vit gera okkara havn til eitt vælkomið steðgistað, ið ikki bert skapar upplivingar fyri ferðafólkini, men eisini stuðlar undir lokalu vinnu og verkætlanir.

Tí er tað ein gyltur møguleiki fyri okkum at menna lívið í havnalagnum og tryggja inntøkur til ferðavinnuna og kommununa sum heild. Við einum vælskipaðum samstarvi og íløgum í okkara havnarlag kunnu vit vísa rannsóknarskipunum, at okkara kommuna er eitt vitjanarvert ferðamál. Tað er ikki bert ein møguleiki fyri ferðavinnu – tað er ein varandi íløga, sum vit øll kunnu gagnnýta.

Rannsóknarferðamannaskip er eitt gyltur møguleiki – og vit skulu tryggja okkum, at henda bylgjan ikki bert rennur okkum framvið, men at vit standa til reiðar at taka ímóti henni og seta okkum sjálvi á kortið.

Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder