![placeholder](https://jn.fo/css/img/banner2x1.png)
Tað er ikki vanligt at Starvsfelagið ger viðmerkingar til mál, sum hava við limir okkara at gera, men tá ið tíðindir í útvarpinum beinleiðis eru villleiðandi og skeiv, kenni eg meg noyddan at koma við rætting.
Kringvarpið segði í tíðindasending í útvarpinum í gjárkvøldið og í grein á heimasíðuni, at Starvsfelagið hevur verið í málinum um sexchikanu á Sjúkraflutningstænastuni í drúgva tíð. Hetta er ikki rætt. Hetta málið, sum nú hevur koyrt í miðlunum, er komið inn til felagið, tá Frihedsbrevet 4. februar bað um viðmerking í sambandi við teirra greinar.
Tað er rætt, at Starvsfelgið var á rættleiðandi fundi á Landssjúkrahúsinum 31. januar 2022. Har vóru eini 5 punkt á skrá, millum annað málburður, har gjørt var vart við, at ein skal ansa eftir at brúka málburð við sexuellum undirtónum.
Tað málið var lokað á hesum fundinum og síðani hevur Starvsfelagið onki hoyrt frá nøkrum ella luttikið á nøkrum fundi, sum viðvíkur sexismu á Landssjúkrahúsinum.
Kringvarpið greiðir frá, at Starvsfelagið var til staðar, tá ávaring varð givin 22. mai í fjør. Hetta er ikki rætt. Starvsfelagið var ikki til staðar og álitisfólkið á staðnum var heldur ikki til staðar. Hetta staðfestir fundarfrágreiðingin eisini, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í, og tí vænti eg, at útvarpið kemur við rætting í tíðindunum kl. 12:20 og kl 18:00 í dag.
Av tí, at hetta er eitt persónsmál, gera vit ikki fleiri viðmerkingar til hetta málið.
Súni Selfoss
Formaður í Starvsfelagnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald