Politikkur

Rættleiðing: Eingin politikari er á okkara lønarlista

Nýggi formaðurin í Fólkaflokkinum, Christian Andreasen, segði í gjárkvøldið í Degi & Viku, at hann umboðar vinnulívið á sama hátt sum Aksel Johannesen umboðar fakfeløgini. Hetta varð sagt í sambandi við, at spurnartekn varð sett við hansara ymisku leiklutir, sum floksformaður øðrumegin og løntur privatur advokatur hjá sentralum fyritøkum í føroyskum vinnulívi hinumegin, og um eina møguliga interessukonflikt í hesum sambandi.

2022-03-22 17:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Útsøgnin kundi tí geva onkrum ta fatan, at formaðurin í Javnaðarflokkinum er løntur av fakfeløgunum á sama hátt sum Christian Andreasen er løntur av sínum klientum.


Vit skulu gera greitt, at eingin politikari er á lønarlistanum hjá Starvsfelagnum, heldur ikki formaðurin í Javnaðarflokkinum. Og okkum kunnugt er heldur eingin politikari á lønarlistanum hjá nøkrum øðrum fakfelagi í landinum.


Eins og øll onnur fakfeløg, vit kenna, er Starvsfelagið partapolitiskt óheft. Okkara hurðar standa tó víðopnar fyri øllum flokkum, sum vilja virka fyri, at løntakarnar fáa so góð kor sum tilber. Tað er okkara einasta mál, og tað fara vit ongantíð at gjalda nøkrum politikarum løn fyri.


At summir føroyskir flokkar halla til vinnulívið, meðan aðrir flokkar siðsøguliga hava verið nærri fakfeløgunum og løntakarunum er einki nýtt. Hetta er tó nakað annað enn tað, sum samrøðan í Degi & Viku snúði seg um, har ljós varð varpað á eina møguliga interessukonflikt.


At politikarar hava áhuga í fakfeløgum og ynskja at betra korini hjá føroyska løntakarafjøldini síggja vit sum eina sjálvfylgju. Bróðurparturin av øllum føroyingum eru jú løntakarar, og politikarar úr øllum flokkum áttu tí eftir okkara tykki at havt áhuga í korunum hjá øllum hesum fólkunum. Vit eru glað og takksom fyri teir politisku flokkarnar, sum tala okkara sak.


Einhvør, sum bara hevur eitt vet av innliti í føroyska arbeiðsmarknaðin, veit, at Føroyar eru ein stórur eftirbátur, tá ið tað umræður dagførd lógartryggjaði løntakararættindi. Tað er trupult at fáa undirtøku fyri at menna rættindi lønatakaranna, og er tað tíverri langt ímillum, at politiska skipanin vísir okkum vælvild og gongur okkara ynskjum á møti í verki. Hetta er galdandi bæði fyri sitandi samgongu og undanfarnu samgongu.


Vit vilja fegin hava fleiri vinir í politisku skipanini. Vit trúgva uppá samstarv og at vit í felag megna meir enn vit gera einsamøll. So Fólkaflokkurin og allir hinir politisku flokkarnir eru altíð vælkomnir inn til okkum til ein kaffimunn og eitt prát um, hvussu vit kunnu fáa ein betri arbeiðsmarknað fyri løntakarar í Føroyum. Vit eru klár til samstarv. Hurðarnar eru opnar fyri tykkum øllum.


Súni Selfoss

Starvsfelagið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder