Útsøgnin um hesi fjøruti fólkini á bíðilista er rong upplýsing við lít, og átti ikki at komið fyri í einari sending í almennu tjóðarrásini Kringvarp Føroya.
Tað stóðu átta – 8 - fólk á bíðilista hin 1. januar í ár, og í dag er støðan hon, at tað standa fýra – 4 – fólk á bíðilista til búpláss hjá Roðanum. Ongin hevur spurt Roðan um nakað sum helst hesum viðvíkjandi, heldur ikki til sendingina ”Kom á val 03”. Vit harmast almikið um mistakið og møguligar misskiljingar. Leggjast kann afturat, at stýri og leiðsla støðugt arbeiða við at menna og tryggja hóskandi røktartilboð til teir borgarar, ið hava tørv á hesum.
Við hesum er stórliga mistakið hjá Kringvarpinum rættað.
Tórbjørn Jacobsen, stýrisformaður.
Jóngerð Guttesen, dagligur leiðari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald