Knortluta lógarheitið merkir í stuttum, at missa foreldur eitt barn ella fáa eitt deyðføtt barn, kunnu tey nú syrgja í frið, uttan at hugsa um tað kann ganga útyvir teirra inntøku.
Við lógini fáa foreldur rætt til 26 vikur í part, um ólukkan rakar og barn teirra, yngri enn 18 ár, doyr.
Tað hevur týdning at taka sær ta tíð, sum er neyðug at syrgja. Tað eru eisini ymsir mátar at syrgja uppá. Summi hava brúk fyri nógvar tíð, summi styttri. Ætlanin er at gera skipanina smidliga, so foreldur hava møguleika til at koma stigvíst aftur til arbeiðis, og neyðugt verður heldur ikki at brúka allar 26 vikurnar, um tørvur ikki er á tí.
Upphæddin fyri mistar arbeiðsinntøkur verður sett eftir lógini um almannatrygd og tænastur, og hægsta veiting er 25.513 krónur um mánaðin.
Upprunaliga varð uppskotið lagt fram sum eitt uppskot til samtyktar í fjør, og varð tá einmælt samtykt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald