Politikkur

Raðfesta vælferðina og avlop á fíggjarlógini

- Vit hava gjørt nógvar góðar og neyðugar raðfestingar serliga á vælferðarøkinum, samstundis sum vit hava víst varsemi í rakstrinum.

2023-12-13 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað sigur Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í fíggjarnevndini, nú nevndin hevur latið Løgtinginum sítt álit til fíggjarlógina fyri 2024. Eftir fleiri ár við stórum vøkstri í rakstarútreiðslunum hevur tað eydnast meirilutanum í fíggjarnevndini at tálma vøkstrinum munandi fyri 2024.

Kortini er semja um fleiri góðar raðfestingar á vælferðarøkinum. Úr rúgvuni hevur Eyðgunn hug at taka fram hesar:

  • Serstøk upphædd er sett av at fáa bíðilistarnar niður á øllum trimum sjúkrahúsunum
  • Serliga Heimaráðgevingin hjá Almannaverkinum fær hægri játtan til at víðka um tænastuna og virksemið. Ráðgevingin viðvirkar til, at gerandisdagurin hjá familjuni verður lættari, at familjan kann liva eitt so vanligt familjulív, sum til ber, og at barnið kann fáa neyðugan stuðul í familjuni
  • Í 2024 lata tvey nýggj heim til fólk við serligum tørv upp. Vit hava í fíggjarnevndini tryggjað, at full játtan er til økta virksemið í komandi ári
  • Somuleiðis hevur Skúlin á Trøðni fingið eina hægri játtan, so øll børnini, sum er ávíst til skúlan í 2024, fáa pláss.

- Vit hava eisini gjørt aðrar umraðfestingar, sum eg eri glað og errin um, men hetta er gjørt við skili. Vit hava hildið útreiðsluvøkstrinum niðri á 4,9 prosentum, sum kanska kann ljóða høgt, men havandi í huga, at lønarvøksturin komandi ár er 4 prosent, og at vøksturin seinnu árini hevur ligið á 6-7 prosentum, so er tað lágt.

Samstundis hava vit lagt eftir at fáa yvirskot á fíggjarlógini, og tí ger tað ikki uppskotið verri, at tað hevur eydnast at fáa eitt avlop 6,4 mió. kr, sigur Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í fíggjarnevndini at enda.

Onnur viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum verður í dag, mikudagin.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder