750 túsund kr. verða raðfestar til menningarverkætlanir á landbúnaðarøkinum, stuðulin til føroyskt framleitt stráfóður veksur við 920 túsund kr. upp í 6 milliónir, og ein nýggj játtan upp á 750 túsund kr. verður sett av til at fremja royndarverkætlanir, ið kunnu økja framleiðsluna, nýtsluna, virðingina og tilvitskuna um stuttfluttar føroyskar dygdargóðar og heilsugóðar matvørur.
Ætlanin er at lýsa eftir umsóknum, har til dømis skúlar, bústovnar, ellis- og røktarheim saman við lokalum framleiðarum, áhugabólkum og fakfólki kunnu upplýsa um og gera heilsugóðan mat úr føroyskum rávørum og føroyskari framleiðslu í gerandisdegnum og í undirvísing.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald