- Tað frøir okkum, at hesar báðar fyritøkurnar, ið hava hollar royndir við at prosjektera skip, eru til reiðar at tekna okkara nýggju ferjur, sigur Niels Juel Arge, stjóri í Strandferðsluni.
Prosjekteringin fevnir eisini um Fugloyar- og Svínoyarferjuna, sum er nakað minni í stødd enn Kalsoyarferjan.
- Eg fegnist um, at vit nú seta ferð á arbeiðið at endurnýggja strandferðsluflotan. Tað er ein stórur fyrimunur at prosjektera bæði skipini um eina leið, tí so koma tey at líkjast í sniði og skapi og í mun til tilfar og slag av útgerð. Í fyrstu syftu er tað Kalsoyarferjan, ið skal fyrireikast og gerast klár til bygging, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Freistin at lata tilboðini inn er 22. desember klokkan 10. Sáttmáli um prosjekteringina verður undirskrivaður við vinnandi fyritøkuna 28. desember.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald