2022-05-20 08:00
Hetta er ein støða, sum kemur uttanífrá, og fólk hava ikki havt møguleika at vart seg fyri hesum. Tey hava onga ávirkan á støðuna og ei heldur møguleika til sjálvi at koma sær úr støðuni.
Tað hava verið nógvar røddir frammi um at seta tíðaravmarkað hjálpartiltøk í verk fyri at tryggja livikorini hjá fólki og at fyribyrgja fátækt.
Tí havi eg sett landssyrismanninum nakrar spurningar um hvørjum landsstýrið arbeiðir við fyri at minka um avleiðingarnar av inflasjónini, til tess at sosiali ójavnin í landinum ikki økist.
- Hvussu metir landsstýrismaðurin, at hækkandi prís- og kostnaðarstøðið ávirkar húsarhaldini í Føroyum?
- Hvørjum hjálparátøkum arbeiðir landsstýrismaðurin við fyri at bøta um støðuna hjá teimum, sum verða hart rakt av inflasjónini, t.d. teimum nógv hækkandi prísunum á m.a. brennievni og matvørum?
- Eru serlig hjálparátøk ætlað teimum, sum bert hava fólkapensjón, fyritíðarpensjón ella almannaveiting at liva av?
- Eru serlig hjálparátøk ætlað teimum við lægstu inntøkunum?
- Eru serlig hjálparátøk ætlað sperdum barnafamiljum?
Sirið Stenberg
Tjóðveldi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald