Politikkur

Prísvøksturin fer helst at minka seinni í ár

Óvissan um búskaparligu útlitini hava neyvan verið størri enn tey eru í løtuni, samstundis sum vøksturin í brúkaraprísunum hevur verið størri enn vanligt. Vøksturin í brúkaraprísunum fer tó helst at minka seinni í ár.

2022-05-16 13:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vinnuhúsið:

Hóast inflasjónin í Danmark og ES er høg í løtuni, so metir danska fíggjarmála­ráðið í heilt feskari meting, at vøksturin í inflasjónini fer at hasa av og javna seg seinni í hesum árinum og í 2023. Hesar metingar eru grundaðar á búskaparligar modell simuleringar, sum vísa, at fyri alt árið í ár fer vøksturin í brúkaraprístalinum í Danmark at liggja um 5,2%, og í 2023 fer vøksturin í brúkaraprístalinum at vera 1,8%.


Beinleiðis samanberingar av føroysku og donsku uppgerðunum av prísvøkstrinum skulu gerast við fyrivarni, men ymiskt kundi bent á, at vøksturin í føroyska brúkaraprístalinum er lægri enn vøksturin í brúkaraprístalinum í Danmark.


Sambært Hagstovu Føroya var miðalvøksturin í føroyska prístalinum 4,4% fyrsta ársfjórðing í ár samanborin við sama ársfjórðing í fjør, og tað var serliga prísvøksturin í vørubólkinum “Býli”, sum trýsti føroyska prístalið upp fyrsta ársfjórðingin í ár.


Sambært Danmarks Statistik var vøksturin í danska brúkaraprístalinum 6,7% í apríl í ár, og í Danmark var tað serliga prísvøksturin á el, matvørum, brennievni og gassi, sum trýsti danska brúkaraprístalið upp í apríl í ár.  


Nakrar av orsøkunum til henda munin kunnu vera, at gass- og el-prísirnir hava stóra ávirkan á gerandisdagin í Danmark, og í Danmark eru prísirnir á gassi og el fleirfaldaðir seinastu mánaðirnar. Føroysk húsarhald brúka so at siga ikki gass, og elprísirnir frá SEV hava ikki verið órógvaðir av prísvøkstri seinastu tíðina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder