Eg eri útlærdur húsasmiður og til dagligt starvist eg hjá GRANT.
Í frítíðini fáist eg eitt sindur við seyðahald og eri virkin innan ítróttin í Vága kommunu.
Eg havi sitið í nevndini fyri Miðvágs Badmintonfelag í 13 ár, sum formaður í 8 ár.
Vetrarfriðing:
Eg vil arbeiða fyri, at gera eina langtíðar og haldbara ætlan fyri allar borgarar í Vága Kommunu og ikki minst seyðin og avvarðandi jarðareigarar.
Ferðslan:
Sum øllum kunnugt, so er ferðslan gjøgnum Vága Kommunu økt sera nógv seinastu árini og er hetta ein stór avbjóðing hjá øllum borgarum í kommununi. Eg vil arbeiða fyri at fólk til gongu og súkklu skula føla seg tryggan framm við vegnum. Nógva og tunga ferðslan er gjøgnum Sandavág og Miðvág og best hevði verið at gjørt ein javnfjarðan veg við høvuðsvegin.
Ein varðandi loysn skal finnast saman við Landsverk um at seta ferðina niður, har ótryggast er og har vegurin er serliga smalur
Kloakviðurskifti:
Vit skulu seta pening av til at gera kloakviðurskiftini liðug við árslok 2029.
Ítrótturin:
Høllin á Giljanesi er sera hent fyri allar borgarar í Vága Kommunu. Eitt av stóru málunum eg vil arbeiða hart fyri, er at gera eina høll/marghøll við síðuna av verðandi høll. Hetta fyri at ítróttargreinar, sum bert kunna íðka innandurða fáa bestu møguleikar gjøgnum veturin.
Bygging:
Grundstykkir skulu til alla tíð verða tøk, soleiðis at vit kunna vaksa um Vága Kommunu.
Útstykking:
Vit skulu verða sera varðin við, at taka flottan veltan bø til bygging. Sum rákið er í dagsins samfelag, so er gróður og dyrking nogv frammi, tí skal man hugsa seg sera sera væl um, áðrenn man stykkjar út, tí at velta burtur úr nýggjum er sera kostnaðarmikið.
Vinnulív:
Vit skulu hava vinnuna at blomstra og vit skulu standa saman í Vága Kommunu um at fáa vinnulívið at støðast og føla seg vælkomið í Vága Kommunu. Sterkt vinnulív gevur avkast í kommunukassan.
Slagorð:
HANDLA - KOYR Á - GER LIÐUGT
X við BORGARALISTAN
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald