Politikkur

Populistiska avnoktanin av Ukraina-krígnum

- hugleiðing inspirerað av Slavoj Žižek

2023-07-14 18:43 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 

Las farna vikuskifti eina áhugaverda tíðargrein hjá slovenska heimspekinginum Slavoj Žižek um sameiningina av vinstrapopulistum og høgrapopulistum at avnokta kríggið í Ukraina. Haldi tað vera umráðandi at fáa hesar tankar deildar við føroyingar, ið lutvíst eisini líða av hesi avnoktan av heimsins geopolitisku realitetum. Eg havi valt at skriva hesa viðmerking við egnum orðum, men lutvíst at citera Žižek, soleiðis at til ber hjá áhugaðum at fara eitt sindur djypri niður í próvførsluna, um ynski er um tað.

Eg havi einans tikið trý ”poeng” við, ið eg helt vera serliga áhugaverd. Hendan grein er sostatt ikki í sær sjálvum ein neyv endurgeving av tonkum Žižeks. Heldur brúki eg Žižek sum “sparringspartnara” fyri mínar egnu hugleiðingar. Harumframt eru citatini í summum førum klipt, mest fyri at spara pláss. Eg vísi tí her til kelduna: Slavoj Žižek, 29. juni 2023. The Axis of Denial. Project Syndicate.


Sami ivi í dag sum fyri seinna heimskríggj

Žižek byrjar við at kritisera sonevndu ”pacifistarnar” – friðardjórini – ið siga seg bara vilja fremja frið. Slíkir vóru eisini upp undir seinna heimskríggj – mest notoriskt bretski forsætisráðharrin Neville Chamberlain. Men umframt hetta var eisini ein (óheilag) ”høgra-/vinstra samgonga” í USA, ið tók frástøðu frá at Sambandsríkið skuldi blanda seg upp í viðurskiftini í Europa. Hesar meiningar vóru so mikið sterkar, at tað skuldu ganga fleiri ár – heilt fram til Pearl Harbor-álopið – áðrenn amerikanarar av álvara raknaðu við og fóru í hernað ímóti Japan og stutt eftir ímóti Týsklandi/Italia.

Eisini høvdu hesir somu ”pacifistarnir” eina líknandi fatan, sum vit síggja í dag: at kríggj í veruleikanum mest var eitt høvi hjá sonevnda ”hernaðarliga-ídnaðarliga kompleksinum” at vinna sær pening burtur úr neyðini hjá øðrum. Heilt fram til 1941 hildu teir, at betri hevði verið, um bretar høvdu góðtikið ”friðarsemju” Hitlers.

Líknandi friðarsemju hava Putin og ørindasveinur hansara Lavrov ført fram fleiri ferðir – eftir at teir hava tikið stór landaøki frá Ukraina. Vorðið sum friður at bjóða. Men fleiri eru í Vesturheiminum, ið mæla til at undirskriva friðaravtalu við støði í verandi hernaðarstøðu.

“To understand this “pacifist” opposition, we should return to the situation at the beginning of World War II, when there was also a right-left coalition opposing US involvement in foreign wars. Then as now, the “pacifists” argued that the situation in Europe did not concern America. They harbored strange sympathies for the aggressor, and they claimed that going to war would merely enrich the military-industrial complex. When Nazi Germany told the United Kingdom, in the summer of 1940, that it wanted peace, they thought Britain should have accepted Hitler’s generous offer.”

Og – skrivar Žižek víðari – er niðurlagingin av Sovjettsamveldinum og víðkanin av ES og NATO eystureftir sambært “pacifistum” grundleggjandi orsøkin til, at Russland hevur kent seg noytt at leypa á – eins og Hitler brúkti týska tapið av 1. heimskríggj sum undanførslu fyri at leypa á síni grannalond.

“One hears a new variation of this motif in the context of the Ukraine war. Supposedly, the Soviet Union’s disintegration had the same effect as the Versailles Treaty: it created a predictable desire for revenge against the victors of the last war.”

Hesir “Pacifistarnir” hava nú sum tá líknandi tankagóðs, einans nýggjar variatiónir av gomlum motivum.

At hervaldið hongur neyvt saman við ídnaðarfyritøkur er ikki nøkur samansvørjing, men ein óundansleppandi veruleiki. Ein sterk og framkomin framleiðsla av vápnum og hernaðarútgerð er avgerandi fyri eina sterka verju. Sameind lond hava ikki bert verjuavtalur, men eisini avtalur um innanhýsis handil av vápnum og útgerð. Tað ótespiliga er, tá vápn verða seld ólógliga til ivasamar “aktørar” kring heimin.


Bæði høgra- og vinstrapopulistar dyrka samansvørjingar

Hóast høgra- og vinstrapopulistar eru hvørs annans fíggindar, sær Slavoj Žižek, at teir í grundini hava meiri til felags, enn man kundi trúð. ”Populisman” vigar tyngri enn ”høgra/vinstra”-skilnaðurin. Žižek nevnir hetta ”Axis of Denial” – ”Avnoktanar-ásin”. Eg hugsi, at talan ikki einans er um beinleiðis avnoktan, men eisini um eina lítilsgerð av Ukraina-krígnum, tvs. at kríggið ikki verður mett geopolitiskt týðandi, men heldur sum ein “ósemja”, ið kann loysast við samráðingum, ella í minsta lagi má “kølast niður” heldur enn festast í.

At bæði høgra- og vinstrapopulistar dyrka samansvørjingar – konspiratiónsteoriir – er ikki nakað nýtt. Báðir partar eru skeptiskir mótvegis valdshavum, og tað hevur man sæð í fleiri øðrum førum, ikki minst hvat viðvíkur kjaki um koppseting og veðurlagsbroytingar.

Nógvir – tó ikki allir – populistar lata seg stýra av eini samansvørjingar-tankagongd, ið serliga leggur dent á hernaðarliga/ídnaðarliga kompleksið, ofta ílatið hugtøk sum ”deep state”, ”great reset” o.s.fr. Tað eru stórar multinationalar fyritøkur, ið standa aftanfyri og vilja tjena pengar upp á at framleiða vápn, samstundis sum ósek ungfólk skulu sendast til hermótið.

Hetta ”narrativið” verður brúkt sum ein háttur at avnokta tørvin á at standa ímóti hóttanini frá Russlandi og øðrum einaræðisligum londum. Tey síggja ikki, at talan í grundini er um eitt kríggj millum fólkaræði og einaræði, og samstundis eru populistarnir ein høvuðsorsøk til, at fólkaræðið hevur tað ringt í Vesturheiminum í dag.

“As in the past, this new right-left alliance is guided by conspiracy theories, (…) It rejects helping Ukraine, since that would serve the NATO military-industrial complex. And in a model case of denial, it dismisses the biggest threats we face as mere ploys by big corporations to exploit the working class. / The politics of denial (…) implies that we do not have to address any new dangers; we can carry on as if they do not exist. It is a product of populism on both the left and the right, and it is one of the main reasons why we are now in a democratic recession.”

Og tó… eg vil lutvíst mótmæla Žižek viðvíkjandi hesum síðsta uppáhaldi, tí hóast populistar royna at niðurbróta fólkaræðið – t.d. í londum sum Ungarn og Pollandi – so er fjarstøðan millum elitu og fólk – peningaliga, socialt og metanarliga – eisini ein orsøk til, at populisman hevur vundið upp á seg í Vesturheiminum seinastu árini. 

Populisman er snøgt sagt ein avleiðing av, at “elitan” í langa tíð hevur svikið “vanliga fólkið”.


Høgra og vinstra mugu sameinast ímóti einaræðinum

At enda skrivar Žižek, at neyðugt er at taka frástøðu frá vinstra-/høgra-populistunum, eisini hóast tað merkir at høgra og vinstra mugu taka tøk saman. Hetta hava vit m.a. sæð í Danmark, har Socialdemokraterne eru farnir í samgongu tvørtur um miðjuna við Venstre og Moderaterne – nettupp fyri at halda høgrapopulistunum og vinstrapopulistunum burtur frá valdinum. Tá Russland leyp á Ukraina vóru tað t.d. nøkur úr Enhedslisten, ið ikki tóku frástøðu frá Russlandi, m.a. Christian Juhl, ið helt at Ukraina lutvíst hevði skyldina í, at Russland varð noytt at leypa á.

Ein klassiskur ”pacifist-populistur”, spyrja tit meg. Í síðsta enda eru hesi fólk “hentir býttlingar” hjá Russlandi, líka mikið hvussu góðviljað og hjartgóð tey annars munnu vera.

Hvat man innanríkispolitiskt man halda sum donsku SVM-samgonguna, so er hon ivaleyst eitt modell fyri fólkaræðisligar samgongur kring Europa. Vinstra- og høgrapopulisman fáa avmarkaða ávirkan í hesum ótespiligu tíðum, nú Vesturheimurin noyðist at standa saman og lyfta í felag.

Žižek – sjálvur svorin communistur – vil enntá hava vinstrahallar flokkar at koma við inn í stríðið ímóti Putin, hóast hesir flokkar vanliga síggja ”amerikonsku imperialismuna” sum ein høvuðsfígginda. Žižek heldur tó, at vandin frá eysturlendskum einaræðum er so stórur, at hesi gomlu stríðsmál eiga at gloymast fyri fyrst, meðan stríðið fyri fólkaræðinum fer fram. Bæði høgra- og vinstravend ynskja jú fólkaræði, tó at summir populistar – vinstra- sum høgrapopulistar – kundu hugsað sær einaræði, helst tí teir ikki vita betur.

Haldi eisini, at vit síggja slík fólk í Føroyum. Einstakir føroyskir politikarar royna seg við populistiskum brøgdum í kjakinum um samstarv Føroya við Russland.

“The immediate task is to oppose the new left-right populists, and that may require aligning with exponents of capitalist liberal democracy – just as WWII-era Communists fought alongside Western “imperialist” democracies against Fascism, knowing full well that imperialism was their ultimate enemy. These were strange bedfellows, but they at least could see what was really going on.”

Vinstravend eru sum vera man ørkymlað um hvønn tey skulu síggja sum høvuðsfígginda: kapitalistismuna ella fascismuna. Vinstravend eru sum vera man ikki minni ørkymlað av, at flestøll eftirverandi socialistisk lond nú eru vorðin de facto fascistisk – frá Kina og Norðurkorea í eystri til Cuba og Venezuela í vestri. Hesi lond eru millum høvuðsfiggindar Vesturheimsins og taka ei heldur frástøðu frá Russlandi – eru í summum førum enntá í parti við Russlandi. Socialisma og fascisma ganga søguliga hond í hond, og tann utopiska skriviborðs-communisman, ið Žižek talar fyri, riggar helst best á papírinum og ikki í veruleikanum.

Populistar eru ikki altíð anti-demokratiskir, men ofta eru teir tað. Tað er ikki nóg mikið at taka frástøðu frá populismu sum heild, sum Žižek skjýtur upp. Tað er at venda fólkinum móti valdshavunum og skapar split, eins og vit hava sæð í danska flokkinum Venstre, ið seinasta valskeið fór í tríningar: Moderaterne tann elitera vegin og Danmarksdemokraterne tann populistiska vegin. Umráðandi er hinvegin at førka populistarnar fólkaræðisliga vegin. Hóast teir mega droyma um eitt ”rættvíst einaræði”, so sýnir søgan, at einaræði sjáldan eru rættvís, men sum oftast gerast alsamt órættvísari, sum tíðin gongur. Tí er fólkaræði frægasta leiðin at ganga hjá teimum kúgaðu fólkunum kring Europa. Eliturnar mugu læra at respektera fólkið og teirra stúranir, soleiðis at tær aftur kunnu gerast ein berandi partur av fólkaræðinum.

”Populisma” verður viðhvørt umtalað sum ein fólkaræðislig barnasjúka, men seinastu árini hava víst, at talan er um eina ”sjúku”, ið øll fólkaræði kunnu fáa, uttan mun til aldur. Bæði høgra- og vinstravendir flokkar mugu taka fólkið til sín, tí annars skapar tað gróðrarbotn fyri populismu.

 

Sámal Matras Kristiansen,
samfelagsfrøðingur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder