Politikkur

Politiska avgerðin um uppsetan av eftirlitisradara

Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur 11. februar sett Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a), um Politisku avgerðina um uppsetan av eftirlitsradara. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn.

2022-03-11 17:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

1. Nær fer landsstýrismaðurin at taka endaligu politisku avgerðina um at loyva donskum myndugleikum at seta upp ein eftirlitsradara í Føroyum?
Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Johan Dahl, løgtingsmaður, at tað er í longri tíð farin fram ein drúgv politisk viðgerð av umbønini frá donskum myndugleikum um loyvi at seta upp ein eftirlitsradara í Føroyum.
Málið tók seg upp fyrst í 2021 og er viðgjørt síðan líka fram til í dag, hóast málið eftir ætlan skuldi verið avgreitt longu í seinnu helvt av 2021.
Tað, sum í løtuni er óheppið er, at málið tykist at vera blivið meira ella minni ein politisk kastibløka, og óvissa valdar um, hvat veruliga hendir í hesum málinum.
At enda sigur Johan Dahl, í sínum viðmerkingum, at tað er landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, sum skal taka endaligu politisku avgerðina, eftir ráðførslu við Uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum, og boða donskum myndugleikum frá henni.
Radaramálið hevur stóran almennan týdning fyri og áhuga millum føroyingar. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Sambandsflokkurin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder