Politikkur

Politisk viðmerking um radaramálið

Landsstýrið letur Føroyar vera ein søluvøra hjá øðrum at brúka í hernaðarmálum. Er ikki uppá tíðina at viðgera hetta málið seriøst, fólkaræðisliga og sum vaksin fólk í heiminum?

2022-01-26 21:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Er demokratiski radarin sløktur í Tinganesi?


Høgni Hoydal


Hava tit hoyrt, hvussu tey tosa niður til okkara – og tosa okkum niður – í radaramálinum?


Ja, løgmaður og Jenis og fleiri við teimum. Tey endurtaka uppáhaldini hjá Trine Bramsen, Søren Espersen og hvat tey nú øll eita. Hesi fólkini, ið vit ikki hava valt. Men sum taka avgerðir um okkara land, uttan at spyrja okkum.


Tey siga glaðbeint, at “vit eru óbúgvin”, um vit ikki bara kíka avgerðirnar, sum tey longu hava tikið uttan um okkum. “Tit kunnu ikki seta krøv, men skulu vera takksom”, trútta tey.


Ja, tey royna enntá at kroysta okkum inn í tann básin, at vit halda við Putin og einaræðisharrum ímóti Vesturheiminum, um vit bara vága okkum at hava egnar hugsanir og vilja taka egnar avgerðir og ábyrgd um trygdar- og hernaðarmál í okkara egna landi.


Boðskapurin er: Vit skulu ikki brúka okkum. Vit skulu lata onnur brúka okkum. Og gera vit ikki tað, so hava vit tikið okkum út úr Vesturheiminum!


Soleiðis er veruleikin sjálvandi ikki. Men soleiðis verður heimurin og okkara støða málað. Og so tað mest absurda, tá ið tey siga: “Vit mugu “bidraga til” at verja fólkaræðið ímóti einaræði(!)”


Nú so? Er tað hetta, ið málið snýr seg um? Nei, hetta eru sera grunn og mótsigandi uppáhald, sum bara verða slongd út. Nærum sum at hoyra Trump. Lat okkum ístaðin royna at viðgera hetta málið sum vaksin fólk í heiminum og viga grundgevingar og áhugamál út frá veruleikanum og demokratiskari hugsan:


  1. Er hetta fólkaræði?


Er tað fólkaræði – demokratiskt – at eitt annað land ger avtalur um at brúka okkara land til hernaðarútgerð? Uttan at Løgtingið ella Føroya fólk hevur tikið avgerðina ella er spurt, áðrenn avtalan varð gjørd?


Veruleikin er, at Fólkatingið hevur longu í 2020 gjørdi eina avtalu, um at seta ein hernaðarligan radara upp í Føroyum. Hendan avtalan varð kunngjørd fyri Løgtinginum og Føroya fólki sum snarljós av himni á einum tíðindafundi á Christiansborg.


Síðani hevur alt bert snúð seg um at fáa føroyska landsstýrið at krúpa og siga: Ja, tað er í fínasta lagi. Og landsstýrið hevur langt síðan lagt seg niður og gjørt júst tað. Bárður og Jenis hava ongantíð mótmælt hesi ódemokratisku framferð. Teir hava spælt sínar leiklutir sum statistar til UG.


Nú verður alt gjørt fyri at fýra fólk úr samgonguni í Uttanlandsnevndini skulu játta, at Føroyar verða brúktar sum søluvøru hjá einum øðrum landi í hernaðarmálum. Og so koyra teir víðari.


Er hetta fólkaræði ella einaræði?


  1. Hvør selur hvønn og fær nakað burturúr?

 

Føroyar (og Grønland) hava altíð verið brúkt sum ein søluvøra – eitt trumfkort – í donsku luttøkuni í hernaðarmálum. Við at bjóða Føroyar fram sum hernaðarlut við okkara strategisku staðseting í miðjum Norðuratlantshavi, hevur Danmark spart milliardir árliga í hernaðarútreiðslum, og er sloppið undan at hava vandamikla hernaðarútgerð hjá øðrum londum á danskari jørð.


Søgan endurtekur seg. Seinastu árini – serliga undir Trump – hevur trýstið verið økt munandi á Danmark og onnur NATO-lond um at gjalda nógv meira í hernaðarútreiðslum. Og úrslitið av hesum varð, at danska stjórnin gjørdi avtalu um, at seta ein hernaðarradara upp í Føroyum. Uttan at spyrja Løgtingið. Hetta skuldi kyrra USA og NATO í teirra krøvum.


Í roynd og veru er hetta ein ómetaliga lítil íløga fyri Danmark, tilsamans áleið 1,5 mia. kr. í Føroyum og Grønlandi. Hetta svarar til um vit brúktu 12 mió. kr. í Føroyum. Afturfyri sparir Danmark 10-tals milliardir komandi árini í hernaðarútreiðslum. Við hesum kann Danmark enn eina tíð “flúgva undir radaranum” í krøvunum frá USA og NATO. Tað er væl og virðiliga skjalprógvað, at soleiðis hevur verið gjørt áður.


Hartil varðveitir og styrkir Danmark sína støðu sum ein týdningarmikil leikari í Norðuratlantshavi og Arktis, sum stórveldini hava vaksandi áhuga í. Og Danmark styrkir síni diplomatisku og handilsligu sambond við lond um allan heimin. Tað er onki løgið í, at Danmark heldur hetta vera eina serstakliga góða avtalu. Tey duga at samráðast fyri seg.


Tað løgna er bara, at okkara landsstýrisfólk og fólkatingsfólk billa okkum inn, at tað er als ikki soleiðis heimurin virkar, ella at lond røkja síni áhugamál. Alt er bert fyri at hjálpa okkum, og vit mugu vera takksom, siga tey okkum.


Tann demokratiski spurningurin er: Hví vit ikki sjálv samráðast og gera avtalur um okkara land og støðu, heldur enn at lata onnur taka avgerðir yvir høvdið á okkum. Og vit hava eina sterka samráðingarstøðu, um vit standa við okkara rætt og fólkaræði.


  1. Hvørji eru okkara mál, virðir og ábyrgd í heiminum?

 

Hvør er leikluturin so hjá okkum í so týdningarmiklum málum, sum trygdarpolitikki og hernaðarmál? Sum minstamark áttu vit, at sett okkum hesi mál og viðgera okkara avgerðir útfrá teimum:


Vit vilja eitt friðarligt samstarv í heiminum og millum londini í Norðurhøvum. Bygt á fólkaræði, javnstøðu millum tjóðir og mannarættindi. Vit vilja onki nýtt kalt kríggj. Vit vilja, at Norðuratlantshav og Arktis skulu vera lágspenningsøki, vit ynskja ikki økta vápnadubbing. Heldur økt friðarligt samstarv um fríhandil, umhvørvisvernd, burðardyggari fiskivinnu, o.s.fr.


Til tess at røkka hesum málum, mugu vit spyrja: Tænir tað trygdini hjá Føroyum og málinum um lágspenning, at Danmark setur upp hernaðarradara upp í Føroyum? Ella verður trygdin og møguleikin fyri samstarvi veikari, tá ið hernaðarútgerð er í Føroyum? Fer hetta at elva til møgulig aftursvar og økta dubbing?


Vit mugu spyrja: Styrkir hetta okkara samráðingarstøðu og luttøku í altjóða samstarvi? Verða vit tikin í meiri álvara, um vit bert siga ja til tað, sum onnur hava avgjørt yvir høvdið á okkum? Ella fáa vit hinvegin størri ávirkan og verða tikin í álvara, um vit sjálv taka ábyrgd, samráðast og gera avtalurnar?


Og hví skulu vit ikki taka ræði á okkara egna loftrúmi, byggja ein aktivan loftferðsluradara til at umsita loftrúmið – og so sjálv samráðast um, hvør kann fáa loftmyndirnar at brúka? Sum nú er, fara inntøkurnar av loftrúminum – sum lágt sett liggja á 100 mió. kr. árliga – til Danmarkar og Íslands. Hetta er ivaleyst til at fíggja íløgu, rakstur og førleikakrevjandi arbeiðspláss í Føroyum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder