Politikkur

Politiið skal hava fleiri amboð - eisini vakmyndatól

Har sum vakmyndatól eru sett upp, verða so at siga øll politimál uppklárað, og borgarin kennir seg tryggari.

2024-11-11 07:33 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hvat er so at bíða við? Einki.

Ein stórur meiriluti í løgtinginum samtykti í mai eitt uppskot hjá Sambandsflokkinum um at loyva kommuninum at seta vakmyndatól upp á ábærum støðum, men enn er einki hent.

Landsstýrismaðurin í lógarmálum hevur ligið á boðunum síðani.

Eg undrist á, hví einki hendir á økinum. Politiið, sum er eitt felagsmál millum Danmark og Føroyar, hevur leingi vilja fingið loyvið til at brúka vakmyndatól, tí hetta er eitt sera hent amboð, tá eitt mál skal uppklárast.

Eg haldi, at vit skulu lurta eftir, hvat ið politiið sigur, og ikki minst viljanum hjá løgtinginum.

Eitt argument, sum ofta er at hoyra frá teimum, sum eru ímóti at seta vakmyndatól upp, er, at hesi vakmyndatólini neyvan høvdu forðað fyri brotsverkum.

Hetta, hóast vit regluliga síggja yvirskriftir um harðskap í náttarlívinum, har løgreglan saknast eftir vitnum fyri at uppklára málini.

Øll politimál verða neyvan uppklárað við nøkrum fáum vakmyndatólum – kanska ikki eingongd í náttarlívinum – men um hetta amboðið hjálpir politinum at hjálpa okkum og skapar einar tryggari Føroyar, so er tað sjálvandi vert tað!

Tað hevur eisini nógv at siga fyri rættarkensluna hjá teimum, sum hava verið fyri eini brotsgerð, at viðkomandi, ið framdi brotsgerðina, verður dømdur.

Eitt annað argument hjá teimum, sum ikki vilja hava vakmyndatól er, at talan er um at gera seg inn á privatlívið hjá fólki, tí hesi eru undir eftirliti.

Hetta er púra burturvið, tí tað er bert løgreglan, ið sær hesar myndirnar, og hon fer bert at hyggja at myndunum, um illgruni hevur verið um eitt brotsverk í økinum, har vakmyndatól er sett upp.

Verða vakmyndatól sett upp, so kunnu vit øll kenna okkum tryggari og politiið fær gjørt sítt arbeiði betri!

Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder