Ítróttur

Pól Arni syngur fyri

Tað verður forsangarin í Hamraduni, Pól Arni Holm, ið fer at syngja fyri, tá “Tú alfagra land mítt” fer at runga á Tórsvølli fríggjakvøldið

Pól Arni Holm fer at syngja fyri til

Pól Arni Holm fer at syngja fyri til "Tú alfagra land mítt" á Tórsvølli fríggjakvøldið - Mynd: Hans Erik Danielsen

2025-09-03 09:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fríggjakvøldið klokkan 19:45 spæla Føroyar og Kroatia HM undankappingardyst á Tórsvølli.

Atgongumerkjasølan til dystin hevur gingið væl, og seint týskvøldið vóru bara eini 200 til 300 atgongumerki eftir. Á Tórsvølli er pláss fyri umleið 5.200 áskoðarum.

Tí er nógv, ið bendir á, at tað verður fult hús tá forsangarin í Hamraduni, Pól Arni Holm, áðrenn dystin fer at syngja fyri til føroyska tjóðsangin, “Tú alfagra land mítt”.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder