2024-05-16 08:15
Business-line: Um gongdina í virkseminum og fíggjarligum viðurskiftum hjá P/F Havsbrún sigur nevndin í ársfrágreiðingini, at nettosølan í 2023 var 3.489 mió.kr. ímóti 2.433 mió.kr. í 2022 svarandi til ein vøkstur á 30%.
Ársúrslitið fyri 2023, eftir skatt,var 694 mió.kr., ímóti 353 mió.kr. í 2022, svarandi til ein vøkstur á sløk 50%.
Leiðsla felagsins sigur seg vera nøgda við úrslitið.
Felagið hevur gjørt íløgur fyri tils. 172 mió.kr. í árinum og 127 mió.kr. síðsta ár.
Virksemið hjá konsernini er laksaaling og framleiðsla úr laksi. P/F Havsbrún er virkið, ið framleiðir fiskafóður, fiskamjøl og fiskalýsi.
Sí fleiri upplýsingar um gongdina hjá P/F Havsbrún, nevnd, stjórn og eigarar, vm her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald