Nærum hvønn dag verður lagt eftir pensjónistum í sambandi við haldføri landsins.
Serliga hesar seinastu dagarnar, nú fíggjarlógin fyri 2024 hevur verið til viðgerðar í løgtinginum, verður av órøttum aftur farið eftir pensjónistunum, har vit verða lagdir undir at verða teir stóru syndabukkarnir og hjartaleysi bólkurin, ið hevur lagt tungar fíggjarligar byrðar á yngra ættarliðið.
Pensjónistar eru friðarlig fólk. Vit hava tænt samfelagnum væl líka frá tí, vit sum tannáringar fóru undir at vinna okkara egnu pengar og fram til pensjónsaldur, og fyri so vítt eisini aftaná tað. Tað er okkum at takka, at tey, sum í dag leggja eftir okkum og umrøða okkum undir felagsheitinum ”ein eldrabyrða”, eru so væl fyri, sum tey eru. Nógv teirra eru borin á lógvum frá fyrsta degi av og fram til lokna útbúgving.
Vit hava goldið almikið av skatti, fyri at tey yngru kundu fáa eina útbúgving við fíggjarligum stuðli, umframt at vit umvegis skattin síðani seinast í 1950unum eisini hava goldið pening til okkara egnu fólkapensjón. Hetta inngjald fór tíverri ikki í nakran grunn, men í almenna ”stóra pott”, ið er brúktur til alt annað enn pensjón.
Nógvir pensjónistar ynskja at arbeiða
At nógvir pensjónistar ynskja at arbeiða uttan at arbeiðsinntøkan verður mótroknað í pensjónini, verður lagt fram av politikarum og øðrum, sum um hetta koyrir landið á heysin. Tað verður ikki tosað um, at tey rinda skatt av arbeiðsinntøkuni og harvið geva eitt gott íkast til landsbúskapin.
Sum øll vita, er trot á arbeiðsmegi í Føroyum í dag, so politikarnir skuldu heldur eggja pensjónistum at arbeiða, eisini tí at tað vísir seg, at tey tá brúka sjúkrahúsverkið minni, og harvið spara landinum pening.
Embætisfólk blanda seg
Nú verður skotið okkum í skógvarnar, at vit eru ein byrða fyri samfelagið, tí vit eru ov nógv í talið. Vit tyngja samfelagið fíggjarliga, krevja ov nógv, liva ov leingi og kosta heilsuverkinum ov nógv. Og mín sann, um ikki eisini vit eru so ósmæðin, at vit eisini vilja arbeiða aftaná náddan 67 ára aldur uttan hetta skal raka pensjónina og tær viðbøtur, sum annars fylgja við.
Tað er nógv fyri, at vit sum pensjónistar verða skuldsettir fyri, at haldføri landsins við tí fúkandi ferð er á veg beint niður eftir.
Og tað er somuleiðis nógv fyri, at embætisfólk alment blanda seg upp kjakið, so sum stjórin í Landsbankanum m.a. segði í samrøðu við Kringvap Føroya herfyri.
Hon rópti varskó og vildi gera sína ávirkan galdandi yvirfyri landsstýriskvinnuni við fíggjarmálum, um ikki at lurta eftir pensjónistunum, men eftir sær.
Sambært landsbankastjóranum sóust øll tekin stjørnum og mána, at vánaliga haldføri landsins var okkara skyld, og at tað bilaði einki, um tað var klipt eitt sindur av pensjónini, um vit dittaðu okkum at arbeiða aftaná náddan pensjónsaldur, sum sambært Pensjónsnýskipanini skal hækka komandi árini, fyrstu ferð við einum hálvum ári í juli 2024.
Skýrdir syndabukkar
Tað er ein sannroynd, at pensjónistar hvønn einasta dag venda sær til Landsfelag Pensjónista og kæra sína neyð um, at teir kenna seg illa hvønn einasta dag at verða skýrdir fyri at hava ábyrgdina av vánaliga haldføri landsins við at leggja fíggjarligar byrðar á herðarnar á komandi ættarlið.
Fíggjarligu byrðarnar kunnu vit takka politikarunum fyri. Tikin eru eitt milliónalán fyri og annað eftir fyri at fíggja m.a. óendaligu útbyggingina av Landssjúkrahúsinum og øllum teim mongu tunnlunum, ið eru í gerð og annars liggja fyri framman.
Og tá hava vit ikki tikið allar tær pensjónirnar við, sum politikararnir fáa, so hvørt teir detta útum tinggátt. Tað er ikki smávegis í mun til tey oyru, vit onnur hava rætt til.
Meðan alt dýrkar og dýrkar, sita vit gomlu sum eftirbátar og taka ímóti eini skolu fyri og aðrari eftir, at tað er okkara skyld, tí vit fjølgast, og at alt gongur av skriðuni.
Nei, ikki er tað pensjónistarnir, ið hava tikið hesi lán, men tað eru pensjónistarnir, ið hava skapt eitt hitt besta samfelag í heiminum, sum fleiri onnur lond í dag síggja upp til.
Tórshavn 14. oktober 2023
Beate L. Samuelsen, forkv.
Landsfelag Pensjónista
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald