2024-02-14 11:08
Undanfarin ár hava nógvir pensjonistar og fyritíðarpensjonistar mist brennistuðulin. Hetta orsakað av, at teir hava fingið ein kapitalvinning, ið er hægri enn 2.000 krónur.
Fólkaflokkurin heldur, at pensjonistar hava uppiborið betri, og hevur tí lagt uppskot fram um at javnseta allar inntøkur, áðrenn brennistuðulin fellur burtur.
Í dag missir ein stakur pensjonistur brennistuðul, um inntøkumarkið fer upp um 60.000 krónur. Hjá hjúnum fellur brennistuðulin burtur, um inntøkumarkið fer upp um 80.000 krónur.
Fólkaflokkurin ynskir, at markið skal vera ein samanteljing av lønarinntøku, eftirlønarútgjaldi OG kapitalvinningi. Tí vit halda ikki, at tað er rætt, at kapitalvinningur skal revsast harðari enn ein og hvør onnur inntøka.
Les uppskotið her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10734
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald