Politikkur

Peningastovnar gera mismun á fólki

Føroya Banki hevur á aðalfundi sínum í hesi vikuni m.a. eitt uppskot um viðtøkubroytingar, har aðalfundurin skal velja eina nevnd við 4-6 limum, og ”at aðalfundarvaldir nevndarlimir skulu veljast fyri eitt 2 ára tíðarskeið. Tó soleiðis, at helmingurin á aðalfundarvaldu nevndarlimunum skulu standa fyri vali hvørt ár”.

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

2024-03-18 18:30 Author image
-
placeholder

Higartil hava nevndarlimirnir verið valdir fyri eitt ár í senn. Nú skulu teir veljast fyri eitt tvey ára skeið í staðin

Friður verði við tí.

Men í allar síðsta setningi í hesum sama viðtøkupunktið standa hesi orðini:

”Afturval er loyvt, tó kann nýval ella afturval ikki fara fram, um nevndarvalevnið hevur fylt 70 ár”.

Tað er her, ketan loypir av fyri okkara viðkomandi, okkum, sum eru pensjónstar, tí tað er ikki er loyvt at gera mismun á fólki.

Hesi orðini hava sambært bankastjóranum í Føroya Banka, Turið F. Arge, staðið har í mong Harrans ár, uttan nakar hevur hugsað um hetta ella hevur funnist at hesum.

Dentur skal leggjast á, at omanfyri nevndi peningastovnur absolutt ikki er einsamallur við 70 ára aldursmarkinum. Støðan er hin sama, tað snýr seg um viðtøkurnar viðv. nevndini hjá Betri Banka og Norðoya Sparikassa, men ikki tá tað kemur til Suðuroyar Sparikassa. Har hava tey einki aldursmark í teirra nevndarviðtøkum longur.

Í Suðuroyar Sparikassa hava tey havt 70 ára aldursmark, men strikaðu tað tá danska Fíggjareftirlitið avtók kravið um aldursmark fyri nøkrum árum síðani, upplýsir stjórin, Søren L. Bruhn. 

Tíverri hava hinir tríggir føroysku peningastovnarnir, umframt nógvir danskir peningastovnar, framvegis 70 ára aldursmark fyri teirra nevndarlimir.


Illgrunin veruleiki

Tað eru bert fáar vikur síðani, Landsfelag Pensjónista sum partur av AGE Platform Europa umvegis limaskap okkara í NSK, Nordisk Samarbets Komite, sendi skriv út um støðuna innan eldraøkið í Europa. Skrivið varð sent út í sambandi við Europa Parlamentsvalið, sum verður dagarnar 6. til 9. juni 2024.

Vit hava havt illgruna um, at aldursmismunur verður gjørdur á fólki ymsa staðni í samfelagnum. Eisini her hjá okkum.

Fyri tað, um tú hevur rokkið tey 70 árini, er tað ikki tað sama, sum at tú ert eitt gamalt uppslitið lasafar, sum ikki hevur gonguvit. So langt ífrá tí. Hetta eru góð fólk við nógvari orku, nógvum royndum innan øll yrki, við sera nógvum royndum innan bankavirksemi og við respekt fyri pengum, tínum og mínum.


 

70 ára aldursmarkið skal strikast

At útihýsa fólki frá einum nevndarsessi, bara tí viðkomandi hevur rundað tey 70 árini, er ikki góður siður.

Mismunurin í hesum førinum skríggjar til himmals.

Hann hoyrir ikki heima í einum modernaðum samfelag, sum skal eitast at vera fyri øll, uttan mun til húðalit, trúgv, politikk, avlamin, ung ella gomul.

Landsfelag Pensjónista mælir við hesum skrivi til, at ikki bara peningastovnar í Føroyum, men eisini peningastovnar í okkara grannalondum, á komandi aðalfundum teirra strika setningin við 70 ára aldursmarkinum.

Hetta tilmæli okkara er sjálvandi somuleiðis galdandi fyri aðrar stovnar og fyritøkur.

Landsfelag Pensjónista fer á komandi fundi í NSK í mai í Stockhólmi at vísa á teir skeivleikar, nógvir peningastovnar í grannalondunum framvegis hava í teirra viðtøkum, og fáa okkara NSK-limir at rópa varskó um at fáa hetta strikað.


Argir 18. mars 2024

Beate L. Samuelsen, forkv.

Landsfelag Pensjónista

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder