Herfyri gjørdu Kappingareftirlitið og Føroya Tele semju um eina bót til Føroya Tele. Peningurin fyri slíkari bót fer í danska statskassan. Føroya Tele er alment partafelag, og bótin minkar tí um vinningsbýtið til landsskassan.
Sostatt hevur ein almennur myndugleiki og eitt alment partafelag gjørt avtalu, sum hevur við sær, at pengar verða tiknir úr føroyska landskassanum og fluttir í danska statskassan.
Í síni tíð gjørdi landsstýrið avtalu við donsku stjórnina um, at bøtur fyri brot á fiskivinnulóggávuna skuldu rindast til landskassan. Tað varð mett rímiligt, tí eftirlitið var rindað av landskassanum.
Tó endar peningurin fyri allar aðrar bøtur í danska statskassanum. Hetta tykist ikki at vera rímiligt, tá landskassin rindar fyri eftirlit.
Jørgen Niclasen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald