Vinnuhúsið: Tað er sera týdningarmikið, at komandi pantskipanin er so smidlig sum gjørligt, so at føroyski borgarin ómakaleyst kann sleppa av við alt sítt pant á einum staði. Tað heldur Handilsvinnufelagið, sum fríggjadagin var á hoyringsfundi í rættarnevndini í samband við uppskotið um nýggja pantskipan.
Pantnevndin við
Fyrst í januar sendi Handilsvinnufelagið inn hoyringsskriv til Umhvørvismálaráðið í samband við uppskotið um nýggja pantskipan. Á hoyringsfundinum fríggjadagin endurtók Handilsvinnufelagið sama boðskap sum í hoyringsskrivinum. Handilsvinnufelagið tekur yvirskipað undir við uppskotinum og fegnast um at pantnevndin, ið felagið eftirlýsti í uppskotinum, nú er tikin við.
Ein effektiv skipan
Pantnevndin skal tryggja, at pantskipanin er so effektiv sum gjørligt. Í eini effektivari pantskipan liggur eisini, at skipanin til eina og hvørja tíð kann halda kostnaðin av skipanini so langt niðri sum gjørligt, ið kemur at gagna bæði vinnu og viðskiftafólkið. Handilsvinnufelagið mælir til, at pantnevndin verður mannað av teimum, sum fara at umsita pantskipanina, ið eru innflytarar, framleiðarar og sølustøð.
Hoyringssvarið hjá Handilsvinnufelagnum kann lesast her:
https://www.industry.fo/kunningartilfar/uppskot-til-loegtingslog-og-kunngerd-um-pantskipan-fyri-iloet
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald