Politikkur

Óvissan má halda uppat

Síðan hetta landsstýrið tók við, hava vit sæð fleiri átøk, ið hava versnað um kappingarførið hjá vinnuni og okkara búskapi sum heild. Nú heystið er komið, so eru fleiri óvissur, ið hanga í luftini.

2023-09-22 15:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Nýggju tøkugjøldini í alivinnuni gera, at kappingarførið versnar hjá hesi vinnu, ið annars hevur verið heimsførandi. Grundarlagið fyri víðarivirking av vørum er hótt – og harvið eisini tey hundraðtals arbeiðsplássini – um tøkugjøldini ikki verða broytt. Landsstýrismaðurin hevur lovað at hyggja uppá málið, men enn er ongin loysn at hóma.

Enn er ongin avgerð tikin um, hvørt man ætlar sær til samráðingar um nýggja fiskiveiðuavtalu, ið tryggjar framhaldandi fiskiskap í Barentshavinum. Enn vita tær manningar, ið hava hetta virksemi sum livigrundarlag, ikki um teirra arbeiðspláss er til eftir 1.januar. Talan eru um eini 250 arbeiðspláss. Ei heldur vita tey, ið liva av avleiddum virksemi – fiskavirkir, tænastuveitarar o.o. – hvussu støðan verður.

Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum staðfesti í svari til fyrispurning, at man ætlar at stytta arbeiðsvikuna við lóg. Hvussu nógv tað kostar, og hvørja ávirkan tað hevur á okkara arbeiðsmarknað, ja, visti man ikki. Altso, hóast flokkurin hjá landsstýriskvinnuni seinastu tvey valini er farin til val upp á, at arbeiðsvikan skal styttast við lóg, so veit man ikki, hvat hetta kostar – ei heldur hvørjar avleiðingar tað hevur fyri okkara arbeiðsmarknað og búskap. Serfrøðin hevur mælt frá hesum ætlanum, men sær tað ikki út til, at tað rínur við.

Hendan óvissan, ið landsstýrið sáar, má halda uppat nú. Hundraðtals arbeiðspláss hanga í leysari luft, og átøkini, ið landsins leiðsla fremur, minka um okkara búskap heldur enn at økja um hann. Óvissan tænir ongum – hvørki fólk ella vinnu – og má halda uppat sum skjótast.

Beinir Johannesen, formaður Fólkafloksins

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder