Vinna

Óvanlig sjón í Sørvági

Tá ið Sørvingar vaknaðu í morgun var eitt ferðamannaskip at síggja við bryggju

Mynd: Anja Magnussen

Mynd: Anja Magnussen

2025-05-25 20:09 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað er ikki á hvørjum degi, at ferðamannaskip liggja við bryggju í Sørvági, men í morgun kom Sea Spirit á Sørvág. Sea Spirit er 91 metrar langt, og 16 metrar breitt. Skipið var tikið í sigling í 1991.

Tað eru meira enn 15 ár síðani at eitt ferðamannaskip var við bryggju í Sørvági. Tó hava fleiri ferðamannaskip vitjað á Sørvágsfirði seinastu árini.

Sea Spirit hevur verið í Føroyum seinastu dagarnar. Fyrradagin var vitjað í Funningi, og í gjár í Havn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder