2022-08-06 11:38
Seinasta lesarabrævið frá Sjúrði, “Fólkaflokkurin og Putin”, er ein liður í somu herferð.
Tá ein gongur ørindir fyri onnur, ber ikki til at hava greiðan politikk sjálvur. Soleiðis er við Sjúrði og Javnaðarflokkinum.
Í 2014, tá Russland gjørdi innrás í Ukraina, var tað í lagi at halda “politikk og diplomati fyri seg, og handil fyri seg”. Í 2022, tá Russland aftur gjørdi innrás í Ukraina, hava Sjúrður og Javnaðarflokkurin eina aðra støðu. Nú skulu vit slíta alt samstarv við Russland.
Vinfólkini hjá Sjúrði á Christiansborg hava ongantíð dámt, at Føroyar hava havt gott samstarv við Russland á fiskivinnu- og handilsøkinum. Hetta er ivaleyst ein av orsøkunum til, at Sjúrður hevur eina heilt aðra hugsan i dag, um føroyska samstarvið við Russland, enn hann hevði í 2014.
Sjúrður má halda seg væl við Mette og vinfólkini á Christiansborg. Um tað so gongur út yvir føroyingar, gerst ikki við. Vit hava sæð tað áður, eitt nú í “springaramálinum”.
Yvirskipaða ætlanin er at avmarka møguleikarnar hjá Føroyum at virka á altjóða pallinum til einans at fevna um Danmark/ES og USA. Á tann hátt hava vinfólkini á Christiansborg betur møguleikar at stýra tí, sum gongur fyri seg í Føroyum.
Sporini ræða. Tá Danmark/ES undir “makrelstríðnum” nýttu sama framferðarhátt ímóti okkum, sum nú verður nýttur ímóti Russlandi, funnu bæði tey og vit útav, at heimurin er størri enn Danmark/ES. Tí høvdu tiltøkini ikki ta ávirkan, sum Danmark/ES ætlaðu.
Hóast ætlanin var ein onnur, gjørdu tiltøkini, at Føroyar gjørdust meira sjálvbjargnar. Sama hendi við Russlandi, tá ES setti handilstiltøk í verk í 2014. Russland hevur eina framkomnari landbúnaðarframleiðslu í dag, enn áðrenn handilstiltøkini.
Tað sama fer at henda nú. Fyri at nýta orðini hjá Sjúrði frá 2014: “Heimurin er størri enn Evropa og USA. Russland kann innflyta úr Asia og Suðuramerika”.
Vit síggja tað longu nú. Russland økir sín samhandil við londini uttanfyri Evropa og USA. Serliga við londini í Asia, (Kina og India).
Tað eru fá lond í heiminum, sum kunnu samanberast við Føroyar. Vit taka frástøðu og fordøma allan tann ræðuleika, sum gongur fyri seg hvønn einasta dag, ymsa staðir í heiminum, eisini í Ukraina.
Vit skulu ikki býta heimin upp í vinir ella fíggindar, men samstarva við øll heimsins lond. Eisini tey, sum ikki kunnu samanberast við okkum.
Og beint nú kunnu líkindi verða til, at Kina fer at gera innrás í Teivan, skulu vit tá banna øllum útflutningi til Kina. Og hevur Sjúrður umhugsað hesa møguligu støðu.
Í Fólkaflokkinum hava vit ongantíð avnoktað fakta, hóast Sjúrður og Javnaðarflokkurin vil hava okkum at verða øðrvísi enn fólk flest.
Føroyar eru og fara altíð at vera ein partur av Vesturheiminum. Føroyar eru eisini partur av NATO gjøgnum danska NATO-limaskapin.
Harvið er ikki sagt, at vit ikki skulu hava okkara egnu hugsanir, tí tað skulu vit.
Ongin er betur at umboða Føroyar enn føroyingar sjálvir. Tað er sjón fyri søgn.
Eg eri ikki ímóti, at NATO setur ein radara upp í Føroyum, men vit áttu at nýtt møguleikan at vunnið Føroyum fleiri rættindir, bæði mótvegis Danmark og ES og ikki ligið fram eftir rommum og ofra hetta søguliga samráðingarhøvi, uttan at fáa nakað burturúr fyri Føroyar.
Eg haldi, at tíðin er so væl og virðiliga farin, tá ið vit føroyingar ferðaðust burturi í øðrum londum við biddarahattinum í hondini uttan at fáa nakað nevnivert burturúr.
Fólkaflokkurin arbeiðir altíð til frama fyri Føroyar.
Sjúrður og Javnaðarflokkurin ganga ørindir fyri Mette.
Og enda Føroyar í føvninginum hjá Mette og harvið ES, tá kann tað fara at vísa seg at verða trupult at gera góðar semjur fyri Føroyar um makrel, norðhavssild og svartkjaft í framtíðini.
Mette og ES fara tá at hava buktina og báðar endarnar í føroyskum uttanríkisviðurskiftum, bæði tá ið ræður um fiskivinnu og handil.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald