Vinna

Opið hús: Framskák letur upp í nýggjum hølum

Framskák tekur nú eitt týðandi stig í menningini av KT- og tøkni­loysnum til arbeiðsdagin.

2025-11-20 17:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyritøkan letur upp eitt nýtt og fullkomið showroom, har øll áhugaðið kunnu uppliva og royna heildarloysnir frá Framskák.

Nýggju hølini eru á Smyrilsvegi 10 í Havn, har málingahandilin hjá Fróða fyrr helt til.

Í nýggju hølunum eru m.a. kunningarskíggjar, fundartøkni, arbeiðsstøðir og útgerð sett saman við denti á støðufesti og brúkaravinaligheit. Vitjandi fáa høvi at bæði síggja og royna, hvussu loysnirnar virka í veruleikanum.

- Vit uppliva, at kundar vilja royna loysnirnar heldur enn bara at síggja tær í einum katalogi, sigur Sigmund Mikkelsen, stjóri í Framskák.
Við hesum styrkja vit okkara mál um at gerast miðdepil innan tøkni til arbeiðsdagin.

Opið hús 21. november

Nú fríggjadagin 21. november kl. 15.00–17.00 bjóðar Framskák til opið hús í nýggju hølunum á Smyrilsvegi 10.

Vitjandi fáa høvi at:

  • Síggja loysnir í verki
  • Tosa við serkøn starvsfólk
  • Njóta okkurt kalt at drekka og ábit
  • Fáa serlig tilboð á degnum

Øll eru vælkomin.

Framskák gleðir seg at bjóða viðskiftafólkum, samstarvsfeløgum og almenninginum vælkomin inn á gólv at síggja nýggju karmarnar.

Framskák

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder