Tøl hjá Hagstovu Føroya vísa, at burðartalið hevur verið støðugt minkandi seinastu 35 árini, úr 2,78 í 1990, niður á 2,05 í 2022.
Meðan talið av nýføðingum táttaði í 900 í áttatiárunum, minkaði talið niður í miðal 670 í tíðarskeiðinum 2018- 2022 fyri síðani at lækka heilt heilt niður í 631 í fjør.
Tó, sambart fyribils tølum, verður støðan enn verri í ár, tá talið á nýføðingum verður mett at enda á 565. Harvið fellur burðartalið undir avgerandi 2,00.
Hesi tøl eiga at fáa allar góðar kreftir at vakna. At talið av nýføðingum minkar við einum góðum triðingi í einum 35 ára skeiði, er einki minni enn ein katastrofa og ein stór, um ikki størsta, hóttan móti framtíðar føroyska samfelagnum.
Tí heitir Miðflokkurin við hesum á Løgmann, Aksel V. Johannesen, um at skipað so fyri, at landsstýrið skjótast gjørligt setur ein bólk av serkønum, sum hava førleikar til tess, at kanna orsøkirnar til hesa syrgiligu og vandamiklu gongd!
Millum orsøkir, ið longu verða nevndar, eru m.a. vána fíggjarviðurskifti, bústaðartrot, fylgir av coronavaccinatiónum, lágt tal av fertilitetsviðgerðum etc. - tó uttan at nakað av hesum til fulnar er skjalprógvað her heima. Virði av einum grundleggjandi arbeiði hevði kunna givið okkum politikarum eitt neyðugt og trygt grundarlag at sett átøk í verk útfrá.
Umframt hesa áheitan um at finna grundleggjandi orsøkir, og út frá teimum at fremja langtíðarloysnir, fer Miðflokkurin at leggja fyri Løgtingið uppskot um her og nú átøk. Talan er um at veita foreldrum beinleiðis fíggjarliga stuðul í sambandi við komandi barnsburðir, umframt onnur átøk fyri at minka um fosturtøkutalið. Her er talan um átøk, sum kunna setast í verk her og nú, og sum burdu kunna givið úrslit innan stutt áramál.
Vegna Miðflokkin
Steffan Klein Poulsen, løgtingslimur
Jenis av Rana, floksformaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald