Portal.fo skrivar:
Tað er ongin ivi um, at tað er ónøgd yvir førda politikkin, sum er orsøkin til, at atkvøðurnar flýggja frá núverandi samgonguflokkum.
Teir veljarar, sum skifta flokk, vórðu í sambandi við veljarakanningina sum Blaðið Vikuskifti og Portalurin hava kunngjørt í dag, spurdir um orsøkina.
Kanningin vísir, at Framsókn er tann flokkurin, sum lutfalsliga stendur til at missa flest atkvøður. 46 prosent av teimum, sum atkvøddu fyri Framsókn seinast, høvdu ikki valt flokkin aftur nú.
Tey flestu av hesum siga orsøkina vera førdi politikkurin, 18 prosent siga, at tað serliga er førdi vinnupolitikkurin, meðan 27 prosent siga at tað eru aðrar orsøkir.
Tað var ikki møguligt at siga ósemjuna við sjúkrarøktarfrøðingarnar á arbeiðsmarknaðinum at vera orsøk til floksskiftið. Men við tað at forkvinnan í flokkinum, Ruth Vang, sum landsstýriskvinna við fíggjarmálum, hevur verið fortalari ímóti at ganga ynskjunum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum á møti, kann tað hugsast at hetta eisini er orsøkin til at veljararnir flýggja.
36 prosent av veljarunum hjá Javnaðarflokkinum seinast siga seg ikki velja flokkin aftur nú. Av teimum siga tveir av trimum veljarum, 67 prosent, at orsøkin er vónbrot yvir førda politikkin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald