USS Albany er ein kjarnorkurikin kavbátur í Los Angeles flokkinum, við einari framleiðslumegi á 165 MW. Manningin telur áleið 110 sjófólk.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið og Vørn samstarvaðu um serligu tilbúgvingarátøkini í sambandi við vitjanina.
Vørn tók ímóti USS Albany við vaktar- og bjargingarskipinum ‘Tjaldrið’, tá kavbáturin kom inn í føroyskt sjóumveldi og fylgdi honum inn til havnina á Oyrareingjum. Undir vitjanini á Oyrareingjum lá Tjaldrið á Kollafirði. Tá vitjanin var liðug, fylgdi Tjaldrið USS Albany út aftur úr føroyskum sjóumveldi
Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevði støðugt eftirlit við geisling, meðan USS Albany sigldi í føroyskum sjóumveldi og lá við bryggju á Oyrareingjum. Eftirlitið bleiv framt við geislamátiútgerð í økinum kring havnina á Oyrareingjum, við dagligum mátitúrum við serútgjørdum geislamátibili og við at Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevði starvsfólk við geislamátiútgerð umborð á Tjaldrinum undir sigling.
Í samstarvið við Heilsufrøðiligu starvsstovuna og Vørn vóru regluligar vatnroyndir harumframt tiknar í firðinum.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald