Politikkur

Ongin eigur at taka hetta álopið frá Amnesty fyri fult

Í hesum døgum innsamlar Amnesty undirskriftir í sambandi við, at felagsskapurin átalar Ísrael fyri at vera ein apartheitsstat. 

2022-02-04 17:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Jenis av Rana leggur ikki fingararnar í millum, í samrøðu um ákærur frá Amnesty mótvegis Ísrael.


Í hesum døgum innsamlar Amnesty undirskriftir í sambandi við, at felagsskapurin átalar Ísrael fyri at vera ein apartheitsstat. 

Sum øll vita, er Miðflokkurin ein "pro Ísraelsflokkur" og hevur eisini tikið stig til at seta á stovn eina sendistovu í Ísrael.

Tí er áhugavert at vita frá formanni Miðfloksins, sum eisini er Uttanríkisráðharri (og mentanarráðharri) hvat hann heldur um hetta stuntið hjá Amnesty. 

Jenis varð fyrst spurdur, um hann heldur at Amnesty hevur rætt í síni søk, at leggja Ísrael undir at verða ein apartheitsstat. Jenis er greiður í sínum svari: 

- Ákæran frá Amnesty International móti Ísrael er syrgilig! Men meira syrgiligt er, at føroyska deildin hjá Amnesty ikki hevur lúkað hesa ákæruna burtur, men tvørturímóti hevur týtt hana til føroyskt og almannakunngjørt hana.

Jenis leggur avtrat at  ákæran váttar, at Amnesty ikki við opnum sinni, men stýrt av fordómum, hevur latið hesa kanning gera. Tey hava ikki sett seg inn í, hvat apartheid ella apartheideitstatir eru kendir fyri- tíansheldur hvussu støðan í Ísarel er.

Jenis heldur á : - Ísrael er jú, sum øll (uttan Amnesty?) vita, einasta fólkaræði í Miðeystri. Eitt mynstursamfelag, sum á besta hátt roynir at verja seg móti áloypandi grannum, hvørs grundarstøði er bygt á tað mótsatta av fólkaræði, nevniliga einaræði og fólkakúgan. Grannar, hvørs fremsta mál er at oyða Ísrael og tað djarva fólk, sum har búleikast.

- Nei, eisini á hesum øki, á sama hátt sum t.d. í ”fosturtøkupolitikki” teirra, er Amnesty farið langt av leið. Tey fremja teirra virksemi fjart frá veruleikanum!

Sum nevnt hevur Landsstýrið við Jenisi og Miðflokkinum á odda, sett á stovn sendistovu Føroya í Ísrael. Fer ein slík ákæra hava ávirkan á politikkin hjá Landsstýrinum á sendistovu Føroya? 

- Á nei, als ikki! Vit gleðast yvir kærleikan, sum flestu føroyingar hava til Ísrael og yvir tað samband, sum varð knýtt millum Ísrael og Føroyar fyri góðum ári síðani, tá vit lótu upp sendistovuna okkara í landi jødanna. Málið er at knýta enn tættari vinarbond við landið og fólkið, sum hevur givið ikki bert okkum, men øllum heiminum, so nógv. Vit fara framvegis at njóta og styrkja vinskapin við Ísrael og fólk tess, eitt fólk og land, sum hevur uppiborið allan okkara stuðul, svarar Jenis greitt. 

Føroyingar munnu vera millum heimsins fremstu ísraelsvinir. Vit spurdu Jenis, um hann heldur, at hendan ákæran eisini er ein ákæra mótivegis hesum føroyingunum , sum Ísrael er so kært fyri. Kunnu vit yvirhøvur taka Amnesty fyri fult?

 - Rætt hevur tú í, at hetta, umframt at vera ein grov ákæra móti vinum okkara í Ísrael, eisini er ein grov ákæra móti mongum føroyingum. Men flestu føroyingar kenna søguna, bæði um apartheid og um Ísrael, so væl, at teir megna at sálda burtur hesi ósannindini.

At enda sigur Jenis álvarsliga:

- Nei, ongin eigur at taka hetta álopið frá Amnesty fyri fult, eins lítið og vit kunnu taka ”fosturtøkupolitikkin” hjá hesum felagsskapinum fyri fult!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder